Fótbóltur

Tveir ungir víkingar hava skrivað undir tvey-ára sáttmála

Talan er um um Inga Jonhardson og Martin Klein Joensen, sum eru uppvaksnir í felagnum.

19-ára gamli Ingi Jonhardsson hevur aftur í ár fingið minuttir hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

19-ára gamli Ingi Jonhardsson hevur aftur í ár fingið minuttir hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-26 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur boðaði í gjárkvøldið frá, at Ingi Jonhardson og Martin Klein Joensen hava í skrivað undir 2 ára sáttmála við Víking.

Ingi er 19-ára gamal og úr Leirvík. Martin er 20 ára gamal og úr Syðrugøtu. Báðir kviku ungu menninir eru uppaldir í felagnum.

Seinastu tvey árini hevur hevur Ingi, sum er kantspælari, spælt 13 dystir við besta liðnum, og hann var partur av 1. deildarliðnum sum vann gull í ár, har Ingi skoraði fimm mál.

[object Object]
Martin Klein Joensen saman við formanninum í Víkingi, Brandi Jakobsen (Mynd: vikingur.fo)

Martin Klein Joensen skoraði heili 15 mál í 17 dystum fyri tað liðið. Hann hevur framvegis sín fyrsta dyst á besta liðnum til góðar, men 20-ára gamli gøtumaðurin hevur nú sáttmála við Víking, ið hann skal umboða í øllum førum tey bæði komandi árini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder