Fótbóltur

Tveittu trímálsleiðslu burtur

Føroysku kvinnurnar vóru á odda 5-2, men endaðu við javnleiki 5-5 móti Luksemborg.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2023-04-06 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Venjingardysturin millum Luksemborg og Føroyar, sum varð leiktur í gjárkvøldið endaði 5-5. Støðan í hálvleikinum var 3-2 til Føroyar, og eitt skifti í seinna hálvleiki var føroyska liðið á odda 5-2.

Men fjáltur kom á, og okkara kvinnur høvdu trupult við at halda uppá bóltin.

- Vit gera nógv góð ting, men tað eru eisini nógv ting sum vit skulu betra um. Eg haldi vit skulu fokusera uppá tey fimm málini, vit hava fingið. Tað eru góð mál, og vit gera tað, vit hava avtalað, sigur Ásla Johannesen, liðskipari, eftir dystin í kvøld, við heimasíðuna hjá FSF.

- Vit skulu tora betri at halda uppá bóltin, og tora betri, so blívur tað ordiliga stuttligt, og hetta skal gerast til seinna venjingardystin, sigur hon.

Seinni venjingardysturin verður eisini leiktur í Luksemborg, og hann verður leygardagin.

Luksemborg - Føroyar 5-5 (2-3)
1' Heidi Sevdal 0-1
4' Isabel Albert 1-1
6' Amy Thompson 2-1
40' Heidi Sevdal 2-2
43' Ásla Johannesen 2-3
52' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 2-4
65' Julia Naomi Mortensen 2-5
73' Marta Estevez Garcia 3-5
76' Amy Thompson 4-5
88' Amy Thompson 5-5

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder