2021-02-23 20:21
Tann dagin, tá KÍF skuldi á vitjan hjá Neistanum í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi-kappingini, kom fram, at málverjin hjá kollfirðingum seinastu árini, Joakim Jürs, ikki fór at vera við.
Danin hevði skift ítróttagrein, og skuldi spæla sum málverji hjá B68. Og í dag er sáttmáli undirskrivaður.
Hesum boðar B68 frá í kvøld. Joakim Jürs varð partur av fyrstudeildarhópinum hjá B68 í 2020, men bara‚ tá steðgur var í hondbóltinum.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
24 ára gamli Joakim Jürs hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við toftamenn, sum í ár skulu royna seg í Betri deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald