Boksararnir, sum um vikuskiftið luttóku í stóru boksistevnuni í Hillerød, HSK Box Cup, komu heimaftur, lastaðir við tveimum heiðursmerkjum. Einum úr gulli og einum úr silvuri.
Teitur Annand vann gull í kappingini, mneðan David Kunoy vann silvur.
David Kunoy vann í innleiðandi dysti við dómaraatkvøðunum 3-2 móti einum tveir metra høgum boksara úr Nyborg í Danmark.
Í finaluni boksaði hann móti svianum Gvidas Smailys frá Helsingborg Boxningsklubb, sum var ov sterkur fyri føroyingin. Sviin vann við dómaraatkvøðunum 4-1. David boksar í lættmillumvekt (t.e. 67 til 71 kilo) fyri U19 boksarar.
Teitur Annand er eisini U19 boksari, og er í bólkinum lættvekt, ið er 57 til 60 kilo.
Hann kom í finaluna, har mótstøðan var ein lokalur boksari, Jakob Jønsson úr Hillerød Sportsklub, sum hevði boksað tíggju dystir frammanundan, meðan Teitur einans hevði boksað tríggjar veruligar dystir áðrenn hann hesaferð kom beinleiðis í finaluna.
Ungi føroyingurin stegaði sínum mótstøðumanni tá tveir minuttir vóru farnir av øðrum umfari. Tá hevði dómarin talt tríggjar ferðir yvir danan, og Teitur kundi kjósast sum vinnari og fekk gullheiðursmerki um hálsin.
Jonathan Malaikev, sum boksar í lættweltervekt – tað er 60 til 63,5 kilo – megnaði ikki at boksa seg í finaluna í sínum bólki. Í hálvfinaluni hitti hann sterka íslendingin Sindra Snorrason úr Hnefaleikafélag Reykjavíkur. Sindri vann við øllum dómaraatkvøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald