Oyggjaleikir 2023

Tvey gull og eitt silvur í badminton í dag

Gull í liðkappingini og í tveimum tvíleikum er eitt sera gott úrslit fyri føroyska badmintonítrótt.

Frá vinstru Miriam í Grótinum, Magnus Dal-Christiansen, Fai Yin Wong og Mia Thorkildshøj (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá vinstru Miriam í Grótinum, Magnus Dal-Christiansen, Fai Yin Wong og Mia Thorkildshøj (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-14 15:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Oyggjaleikirnir í ár hava verið serliga væl eydnaðir fyri føroysku badmintonspælararnar.

Størsta avrikið er óivað gullheiðursmerkið fyrr í vikuni í liðkappingina. Eitt dømi um, at føroyski badmintonhópurin hevur riggað sera væl og havt eitt framúr gott samanhald í ár.

Tað eydnaðist ikki at koma í finalurnar í einleiki – her gjørdu grønlendingar tað bragd at vinna fyri bæði kvinnur (Sara Jacobsen) og menn (Jens Nielsen)

Men í dag, tá tvíleikirnir vórðu avgjørdir, var føroysk luttøka í øllum trimum finalunum.

Hjá monnum vunnu  Magnus Dal-Christiansen og Fai Yin Wong. Teir vunnu 27-25, 21-15 á Albert og Eric Navarro Comes úr Menorca.

Í kvinnufinaluni umboðaðu Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj Føroyar. Tær fingu silvur, tí Kimberley Claugue og Jessica Li úr Manoy vunnu 21-15, 21-11.

Í blandaðum vóru føroyingar báðu megin netið, og tað gjørdi hesa finaluna til eina nakað øðrvísi uppliving, tí tað var ikki so lætt hjá nógvu og harðmæltu føroysku áskoðarunum at fáa tann rætta stemningin í høllina, tí tað var ikki lætt at halda við øðrum fram um hini.

Fai Yin Wong vann sítt triðja gullheiðursmerki her, tí saman við Miu Thorkildshøj vunnu tey 21-10, 21-16 á Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen.

Harvið fekk føroysk badminton trý gullheiðursmerki, tvey silvur og fýra bronsuheiðursmerki á hesum oyggjaleikunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder