Annað

Tvey gullheiðursmerki á 400 metrum

Ábraham Bjarnason og Martin Johannesen, sum í hesum døgum umboða Føroyar í FrameRunning Camp & Cup í Bagsværd, fingu í gjár gull á 400 metrum.

(Mynd: FrameRunning Føroyar)

(Mynd: FrameRunning Føroyar)

2026-07-11 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var ein góður dagur hjá Ábraham Bjarnason og Martin Johannesen, sum í hesum døgum umboða Føroyar í FrameRunning Camp & Cup í Bagsværd í Danmark. Tað bleiv nevniliga til tvey gullheiðursmerki.

Báðir vunnu gull á 400 metrum, skrivar FrameRunning Føroyar.

Ábraham rann fyrst innleiðandi og tryggjaði sær eitt pláss í finaluni. Har kom hann fyrstur á mál við tíðini 1:09.88, sum eisini er nýtt persónligt met.

Martin kom á mál við tíðini 2:28.71. Tað er ein betran av tíðini, sum hann rann í fjør.

Í dag, á seinasta degi í kappingini, eru 200 metrar eru á skránni.

Martin rennur beinleiðis finalu klokkan 12.36 føroyska tíð, og Ábraham rennur beinleiðis finalu klokkan 13.14 føroyska tíð. FrameRunning Føroyar sendir beinleiðis á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder