Føroyar falnar tvey pláss niður á styrkilistanum hjá alheims fótbóltssamgonguni, Fifa, fyri manslandslið.
Føroyar liggja nú nr. 116 við 1.148,94 stigum, sum er 11,45 stig minni enn í farna mánaði.
Síðan seinastu styrkimeting hava Føroyar tapt 0-2 heima móti Eysturríki og 0-1 heima fyri Skotlandi.
Føroyar liggja nú beint aftan fyri Miðafrikanska Lýveldið á 115. plássi og framman fyri Teiland á 117. plássi.
Á listanum yvir evropeiskar tjóðir liggja Føroyar framvegis sum nummar 45 av teimum 55 limalondunum í Uefa, aftan fyri Kosovo og framman fyri Aserbajan. Hinar tjóðirnar, sum liggja undir Føroyum eru Kasakstan, Litava, Lettland, Andorra, Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino.
Belgia verður framvegis bett sum heimsins besta fótbóltstjóð framman fyri Brasil og Frakland. Ongland, sum lá nummar trý í farna mánaði, liggur nú á fimta plássi. Danmark er nr. 10, Svøríki nr. 17, Noreg nr. 37, Finnland nr. 60 og Ísland nr. 62.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald