Annað

Tvey silvurheiðursmerki til føroyskar boksarar

Hóast David Kunoy og Teitur Annand taptu finalurnar eru tey nøgd við innsatsin í Tórshavn Boksing.

2022-04-10 13:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir føroyskir nevaleikarar frá Tórshavn Boksing koma heim aftur við silvurheiðursmerkjum frá sælandsmeistarakappingunum fyri byrjarar, sum var í Frederikssund í gjár.

David Kunoy og Teitur Annand komu báðir í finaluna, men megnaðu ikki at vinna.

Tórshavn Boksing skrivar soleiðis um avrikið hjá teimum báðum:

- Teitur møtti einum sterkum mótstøðumanni frá Herlev, sum legði hart trýst á frá byrjan og gjøgnum allan dystin. Teitur kláraði seg væl, men tað var ikki nóg mikið. Mótstøðumaðurin fekk ein tryggan sigur.

- David møtti eisini einum sterkum manni, frá Nykøbing Falster, og tað endaði við at gerast besti dysturin á kvøldinum, har báðir góvu alt tað teir orkaðu í øllum umførunum. Nykøbing sigraði í einum ógvuliga jøvnum dysti.

- Báðir boksararnir stóðu seg væl á stevnuni, og venjararnir eru væl nøgdir við úrslitini.

- Við tveimum silvurheiðursmerkjum skriva Teitur og David føroyska boksisøgu, sum teir báðir fyrstu amatørboksararnir, ið luttaka á sælendsku byrjarameistarakappingunum og fáa heiðursmerki við sær heim. Vit eru errin av tykkum! 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder