
Tvær av dagsins fýra finalum á Tórsvølli eru lidnar, ein er í gongd, og finalan hjá kvinnum verður í kvøld klokkan 18.30
Sí eisini: Nú skulu eysturoyarfeløgini stríðast um steypið
Dreingjafinalur hava verið á breddanum, og bæði hjá U13 og U15 vann B36 á KÍ.
Í fyrstu finaluni, í heldur keðiligum veðri og á hálvum vølli, var B36 á odda so at siga allan dystin. Víkingur gav tó ongantíð upp og fekk spenning í móti endanum. Tað endaði 3-2 til ungu B36'arnar.
Rókur Reginsson og Jóhannis í Stórustovu gjørdu hvør sítt mál - eitt var sjálvmál. Rúnar Næs, sum fleiri ferðir vísti sínar teknisku dygdir væl fram, varð kosin dagsins spælari.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/10/05/gallery-thumbnail/17281413397pacw8aitg.webp)
Stórur fagnaður hjá øllum teimum, sum eru knýttir at U13 hjá B36 (Mynd: B36)
Víkingur er í øllum finalunum í dag, man B36 er eisini umboðað í samanlagt fýra steypafinalum í ár. Í gjár vunnu U13-genturnar eisini, 1-0 á 07 Vestur/MB, og seinnapartin syrgdu U15-dreingirnir fyri reinum hattrikki hjá B36.
Tað var annars Víkingur, sum byrjaði betri og legði seg á odda við brotssparki í fyrsta álopinum. B36 svaraði aftur við máli frá Axeli Holm Simonsen, síðani bleiv 2-1 við flottum Víkinga máli, áðrenn B36 og serliga Marcus Klein Danielsen av álvara komu í gongd.
Marcus skoraði tey næstu fýra málini í dystinum, millum annað eitt við snildum beinleiðis hornasparki, og vongurin úr Runavík vísti fleiri ferðir sínar eysýndu dygdir á vinstra vongi.
Tað var 4-2 í steðginum, og stutt inn í seinna hálvleik økti Marcus Klein Danielsen, sum sjálvandi gjørdist dagsins spælari. Víkingur minkaði um munin við einum flottum máli, men tað varð ikki tættari enn 5-3. Liðið hjá Sorin Anghel kundi lyfta steypið og harvið ein heilt góður steypadagur hjá B36.
Steypafinalur 2024Í dag, leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur 3-2 (2-1)
Dagsins spælari: Rúnar Næs
Víkingur – B36 5-3 (4-2)
Dagsins spælari: Marcus Klein Danielsen.
U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
0-1 í løtuni
Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald