Í 2019 leigaði ÍF Hans Jákup Lervig úr Víkingi til seinnu hálvu. Hans Jákup skoraði 14 mál í fýra dystum fyri ÍF, og tá hann aftur hevði trupult við at fáa spælitíð í barndómsfelagnum árið eftir, skifti skjóti og hartarbeiðandi vongurin fast til ÍF í juni 2020. Har hevur Hans Jákup Lervig spælt síðani, og er hann nú komin á 88 dystir og 19 mál fyri felagið úr Fuglafirði - hann gjørdist toppskjútti hjá liðnum í 1. deild í fjør við 11 málum í 25 dystum.
Tvíburi hansara spældi fleiri dystir fyri besta liðið hjá Víkingi, áðrenn hann eisini fór til Fuglafjarðar. Elias Lervig spældi fast fyri ÍF í Betrideildini í 2021, og í fjør spældi hann tíggju dystir fyri ÍF - arbeiði sum maskinmeistari hjá Smyril Line løgdu meinbigar í vegin fyri fleiri dystum hjá ágrýtna og kvika bakkinum.
Elias í dyst móti barndómsfelagnum Víkingi í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er greitt, at bæði Elias og Hans Jákup hava heimavøll í Fløtugerði næsta ár. 25-ára gomlu tvíburarnir skrivaðu beint fyri nýggjár undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri hetta nýggja árið.
ÍF vann 1. deild, og hóast teir ikki eru fuglfirðingar, hava teir orkuríku tvíburarnir við sínum lyndi og ídni nógv at siga fyri ungu spælararnir í felagnum, sum ÍF ynskir at byggja uppá
Um tað gongst sum ætlað koma bæði Hans Jákup Lervig og Elias báðir uppum 100 Betrideildardystir í ár. ÍF hevur fingið málverjan Jákup Nolsøe Olsen aftur, men hevur ikki kunngjørt nakran nýggjan útileikara - av teimum meira royndu er tað liðformaðurin Karl Løkin, ið hevur longt.
Hans Jákup Lervig...
...og Elias Lervig saman við formanni felagsins (Myndir: ÍF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald