Fótbóltur

Tvísiffrað á Tórsvølli

Føroyska kvinnulandsliðið var fyri sínum størsta ósigri nakrantíð, tá Norra onga náði vísti í EM-undankappingardystinum og vann 13-0.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-08 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klassamunur verður javnan nýtt til at lýsa munin á tveimum liðum í fótbólti. Hetta var sera passandi á Tórsvølli í kvøld, har Norra vitjaði. Føroysku kvinnurnar vórðu snøgt sagt skræddar sundur.

At tað fór at gerast talan um ein norskan stórsgigur var als ikki óvæntað. Norra var við heilt fram til fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum seinasta summar og er á 12. plássi á FIFA-styrkislistanum. Noreg hevði í báðum sínum fyrstu dystum í undankappingini vunnið við seks málum - Føroyar høvdu tapt báðar 6-0.

Heidi Sevdal var í dag á kantinum ístaðin fyri í álopinum, Ásla Johannesen á vinstra bakki ístaðin fyri á vinstra kanti og Jacoba Langgaard í miðverjuni ístaðin fyri á miðvøllinum. Rebekka Fjalsá Benbakoura var nýggj í byrjanaruppstillingini - hon var fremsti leikari.

Tað snúði seg um at fyribyrgja hjá Føroyum, og tað gekk rímiliga væl í 1. hálvleiki. Tvey tey fyrstu málini komu eftir ávíkavist hornaspark og brotsspark. Norra hevði ikki nógvar opnar møguleikar, fyrrenn 3-0 málið kom, og tað var frálíka væl gjøgnumspælt. Tað varð eisini 4-0 áðrenn steðgin.

Í 2. hálvleiki gekk tó heilt galið. Norra helt á at spæla við høgari leikferð, og føroysku kvinnurnar møddust móti yrkisleikarunum úr millum annað Chelsea, Reading, PSG, Wolfsburg og Barcelona. Uppá eitt korter í fyrru hálvu av hálvleikinum komu heili seks mál, og tað gjørdist heilt ljótt.

Okkara megnaðu ikki at gera nakað á bóltinum í 2. hálvleiki, og tað snúði seg allatíðina um yvirliving. Norsku kvinnurnar vóru eirindaleysar og skoraðu nøkur góð mál, men føroyska liðið megnaði ikki nóg væl at forða norsku leikarunum at koma í skotstøður. Isabell Herlovssen gjørdi hattrick, og harvið er hon nú mest skorandi norski leikarin í søguni. Hon hevur nú 67 mál. 

EM-undankappingin - bólkur C, triðja umfar:
Tórsvøllir, 8. oktober
Føroyar - Noreg 0-13 (0-4)
8' Lise-Marie Utland 0-1
23' Caroline Graham Hansen (br.) 0-2
36' Amalie Eikeland 0-3
40' Caroline Graham Hansen 0-4
51' Caroline Graham Hansen 0-5
53' Isabell Herlovsen 0-6
60' Karina Sævik 0-7
63' Ingrid Engen 0-8
64' Frida Leonhardsen-Maanum 0-9
66' Isabell Herlovsen 0-10
77' Ingrid Engen 0-11
78' Isabell Herlovsen 0-12
87' Elise Thornes 0-13

Føroyar: Monika Biskopstø - Katrina Akursmørk, Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, Jacoba Langgaard - Ásla Johannesen - Heidi Sevdal, Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen (74' Sarita Maria Mittfoss), Ansy Sevdal Jakobsen og Julia Naomi Mortensen (61' Sara Samson Lamhauge) - Rebekka Fjalsá Benbakoura (87' Jónva Hentze)

Venjari: John Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder