12. umfar í Betrideildini kann gerast ógvuliga umráðandi, tí so nógvar innanhýsis uppgerðir eru ímillum lið, sum liggja nær hvørjum øðrum á stigatalvuni. Í morgin er tað oddastríðið og evropeiska stríðið - í kvøld er tað botnstríðið, ið tað snýr seg um.
Betrideildin 12. umfar
Í dag, leygardagin 01.06
17.00:
B68 - EB/Streymur
Skála - ÍF
Í morgin, sunnudagin 02.06
15.00: B36 - 07 Vestur
15.15: KÍ - Víkingur
17.00: NSÍ - HB
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 27 stig
4. NSÍ 19 stig
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig
7. Skála 10 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. B68 3 stig
10. ÍF 3 stig
B68 og ÍF eru kroyst. Tey hava ikki vunnið í Betrideildini í ár. Liðið hjá Jákupi á Borg hevur ikki vunnið ein fótbóltsdyst síðani 27. august 2023 í Sørvági. Í dag vitjar EB/Streymur á Svangaskarði. Fýra stig skilja liðini, so møguleikin er har hjá B68 at hála inn. Í 2. umfari í Streymnesi var B68 á odda 1-0 men fekk síðani reytt kort, og tað endaði 1-1.
EB/Streymur hevur víst góðar taktir seinastu vikurnar. Sunnudagin eydnaðist liðnum hjá Sigfríði Clementsen at vinna móti Skála (3-0), og nú kann EB/Streymur taka enn eitt fet frá íhvussu er einum botnliði. Liðið manglar leikbannaða stjørnuskotið Virgar Jónsson.
Skála hevði undan dystinum í Streymnesi vunnið allar lykladystirnar í niðasta parti av stigatalvuni. Tað skulu Pauli Poulsen og hansara menn royna at finna aftur til í dag, tá ÍF vitjar.
Sigursleysu fuglfirðingarnir hava uppaftur størri tørv á stigum, og Jákup Martin Joensen hevur arbeitt við uppskriftini. Síðani venjaraskifti hevur ÍF sum so verið væl við í øllum dystunum. Tað røkkir tó ikki so langt á stigatalvuni, har Skála av álvara kann sleppa sær avstað nú. Uppflytararnir vunnu 2-1 í Fuglafirði tíðliga í apríl. ÍF skal í kvøld spæla uttan leikbannaða liðformannin Karl Løkin.
Báðir lykladystirnir í botnstríðnum byrja klokkan 17. Til ber at fylgja við á forsíðu okkara. Telepvarpið vísir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald