Fótbóltur

Týdningarmikil stig hjá 07 Vestur

Vágamenn vunnu 3-1 ímóti EB/Streymi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-15 22:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

07 Vestur vann sær í dag týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum við 3-1 sigri móti EB/Streymi.

Sundalagsmenn eru eisini við í tí spennandi niðurflytingarstríðnum. Við sigrinum fer 07 Vestur framvið EB/Streymi á stigatalvuni og leggur seg á sætta pláss við 17 stigum. EB/Streymur er á áttanda plássið við 15 stigum.

EB/Streymur legði seg á odda longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum við máli frá Símun Sólheim. Men síðani fingu vágamenn stýr upp á sítt spæl og Høgni Egilstoft Nielsen javnaði tá lítil hálvur tími var leiktur.

Tá ein góður tími var leiktur, vóru vágamenn aftur á máltalvuni, tá Predrag Jeremic smekkaði bóltin í kassan. Beint fyri leiklok setti John Fagerström punktum fyri 07 Vestur og økti til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Vent á høvdið
Niðari partur av stigatalvuni er sostatt vendur á høvdið hetta vikuskiftið.

B68, sum nærum í alt ár hevur ligið á næstaftasta plássið, hevur við fýra sigrum á rað nú lagt seg á sætta pláss við 18 stigum, og er fremst av teimum fýra liðunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. ÍF liggur á níggjunda plássið við bara 12 stigum.

Síðsti dysturin í 19. umfari verður mikudagin, tá oddaliðið KÍ er á vitjan hjá HB á Ovara vølli í Gundadali. Hesin dysturin verður avgerandi fyri meistaraheitið.

EB/Streymur - 07 Vestur 1-3 (1-1)
10’ Símun Sólheim 1-0
27’ Høgni Egilstoft Nielsen 1-1
62’ Predrag Jeremic 1-2
90’ John Fagerström 1-3

Stigatalvan

1. KÍ 47 stig (17 dystir)
2. Víkingur 40 stig (18 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. B36 31 stig (18 dystir)
5. NSÍ 29 stig (19 dystir)
6. B68 18 stig (18 dystir)
7. 07 Vestur 17 stig (18 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (17 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder