Annað

Í morgin fer Jákup Petur at súkkla Everesting

Í morgin fer Jákup Petur Eliassen saman við øðrum at royna Everesting – Skipað verður fyri einum súkklutiltaki, har øll, ung sum eldri hava møguleika at luttaka.

2020-07-20 21:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugtakið Everesting er sera einfalt: Tú velur eina brekku og súkklar brekkuna, til tú hevur klintrað 8.848 m. – sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum og sama túri. Tað er eingin tíðaravmarking, men tað er ikki loyvt at sova.

Í morgin fer Jákup Petur Eliassen saman við øðrum at royna Everesting.

Hann hevur valt brekkuna frá Autoservice niðan á Kleynsvarða, sum skal súkklast 42 ferðir fyri at røkka hæddina á Everest.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (“SST”) og Tórshavnar Kommuna fara í samband við Everesting-tiltakið at skipa fyri einum súkklutiltaki, har øll, ung sum eldri, hava møguleika at súkkla saman við Jákup Peturi og øðrum súkklarum.

Allar súkklur kunnu nýtast, tað er líkamikið, hvussu ofta tú súkklar brekkuna.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon og Tórshavnar Kommuna ynskja at vísa á, at súkkling er góð rørsla, og øll kunnu verða við. Um ein ikki hevur hug at súkkla, so kanst tú eisini koma ein túr niðan og stuðla og heppa á tey, ið royna seg.

Nógv spennandi er á skránni hendan dagin, har góður tónleikur og lekkurt ábit verður at fáa.

Skráin fyri tiltakið sær soleiðis út:

16:00: Tiltakið byrjar
17:00: Signar í Homrum
18:00: Súkkla saman við Rynkeby
19.00: Ingi Poulsen
20:00: Tiltakið endar

Tað kostar einki at luttaka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder