Tað er ikki vist, hvussu leingi føroyski hondbóltsleikarin, Jóhan á Plógv Hansen, verður verandi í donskum hondbólti.
TV2 skrivar nevniliga, at fleiri týsk feløg eru áhugað í Jóhan.
25 ára gamli Jóhan á Plógv Hansen hevur í løtuni sáttmála við danska Bjerringbro-Silkeborg (BSH), og sáttmáli hansara gongur ikki út fyrr enn í summar 2021, men sambært upplýsingum hjá TV2, er ein orðing í sáttmálanum, sum gevur Jóhan møguleika at skifta felag longu eftir hesum kappingarárinum.
Men eingin avtala er undirskrivað enn, men feløgini THW Kiel og Hannover-Burgdorf eru sera áhugað í føroyska leikaranum.
Jóhan á Plógv Hansen ásannar eisini, at tað er freistandi at fara uttanlands.
- Tað er eingin loyna, at eg droymi um at sleppa uttanlands einaferð. Tað haldi eg flestu leikarir gera. Men eg havi onga viðmerkingar til mína framtíð í løtuni, sigur hann við TV2.
Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt 25 A-landsliðsdystir fyri danska hondbóltslandsliðið, og í januar var hann við til at vinna HM fyri Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald