Tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum vórðu spældar í Westfallenhalle í gjár, týsdagin. Hetta er sama høll, har Føroyar spældu sínar tríggjar dystir í miðumfarinum í síðstu viku.
Les eisini: Endaðu nummar seytjan í HM
Tann fyrsti av hesum dystunum var móti sterku týsku vertunum, sum í gjár spældu seg víðari til hálvfinaluna á sannførandi hátt: Týskland vann 30-23 á Brasil frammanfyri umleið 10.000 áskoðarum.
Eingin hevur verið nær við at vunnið á teimum týsku enn, men Noreg hevur verið uppaftur meira sannførandi, og "Håndballjentene" vunnu við níggju málum á Montenegro í gjár.
Montenegro gjørdi eina rúgvu av tekniskum villum í 1. hálvleiki, og tær norsku revsaðu oftast við kassa eitt, umframt at álopsspælið var sannførandi. 19-11 í steðginum og dysturin nærum avgjørdur. Tað var tó annað, ið fylti nógv í samband við gullfavorittarnar.
![]()
Liðið av Balkan var ikki nær við at steðga Henny Reistad og hinum í fjórðingsfinaluni (Myndir: EPA)
Norska fótbóltsliðið Bodø/Glimt spælir í kvøld Champions League-dyst í Dortmund. So tað lá til høgra beinið, at túsundtals fótbóltsfjepparar, sum longu vóru í býnum, løgdu leiðina framvið Westfallenhalle til týðandi hondbóltsdystin.
Har settu tey gulkølddu, summi við norsku litunum eisini veruliga dám á við sínum røddum. Tað var ein serliga lívlig høll, hóast dysturin ongantíð varð spennandi. Aftaná vóru teir frálíku fjeppararnir - sum ikki bert sótu og brúktu nakrar klapparar inni ímillum - stóra samrøðuevni í miðlunum og hjá norska liðnum.
![]()
Fjepparar hjá Bodø/Glimt hoyrdu áheitanina frá norska liðnum og settu av álvara dám á stóru høllina í Dortmund (Mynd: EPA)
HM-fjórðingsfinalur
Týsdagin 09.12
Týskland - Brasil 30-23 (17-11)
Norra - Montenegro 32-23 (19-11)
Noreg og Týskland skulu yvirum markið til Niðurlond at spæla HM-hálvfinalur. Hesar verða í Rotterdam fríggjakvøldið, og tað er í kvøld, at tað verður greitt, hvørji lið hittast har.
Týskland skal spæla móti vinnaranum av Danmark-Fraklandi (kl. 20), meðan liðið, ið vinnur slagið millum Niðurlond og Ungarn (kl. 17), sleppur at royna seg móti Noreg fríggkvøldið
Í kvøld, mikudagin 10.12
17.00: Niðurlond - Ungarn (DR2 og DR TV)
20.00: Danmark - Frakland (DR1 og DR TV)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald