Fótbóltur

U15: Endaðu í topp-fimm í Esbjerg

Tríggir sigrar og tvey tap gjørdist úrtøka í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg, har orkan og ta taktiska vóru størstu avbjóðingarnar, sambært venjaranum, men har hugburðurin og stríðsviljin, umframt tekniska støði, var framúr.

- Okkara spælarar er væl fyri tekniskt og hava ein framúr hugburð og stríðsvilja (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

- Okkara spælarar er væl fyri tekniskt og hava ein framúr hugburð og stríðsvilja (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2021-10-19 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina heldur tunga byrjan, gjørdist EfB Spar Nord Elite Cup 2021 ein góð, spennandi og ikki minst mennandi kapping fyri U15-landsliðið við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur verið í Esbjerg í Danmark.

Hetta skrvar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Spælt var móti ymiskum donskum liðum. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar fyri AC Horsens, men talan gjørdist um ein læruríkan dyst fyri føroyska liðið.

– Eg haldi at spælararnir lærdu serliga nógv tann fyrsta dagin, og vístu síðan sera góð avrík í teimum fýra næstu dystunum.

Hetta sigur høvuðsvenjarin, Áki Johansen, við heimasíðuna hjá FSF, har hann eisini setur orð á størsu avbjóðingarnar og størsu styrkirnar hjá liðnum:

– Vit hava avbjóðingar við orku í mun til donsku javnaldrarnar, tí tað vísti seg, at okkara klára væl at fylgja við allan fyrra hálvleiki og út í seinna, men so byrjar orkan at ganga undan. Taktiskt eru vit eisini eitt sindur aftanfyri. Hinvegin, so eru okkara spælarar væl fyri tekniskt, og hava ein framúr hugburð og stríðsvilja

[object Object]
[object Object]
Jákup Henriksen og Aron Benjaminsen skoraðu málini fyri føroyska U15-landsliðið í 2-1 sigrinum á AB Gladsaxe sunnudagin (Myndir: FSF)

Stóri spælarin á føroyska liðnum gjørdist vágamaðurin Jákup Henriksen. Í fyrsta dystinum spældi Jákup á høgra bakki, men bleiv síðan fluttur í álopið, og tað skuldi vísa seg at vera ein skilagóð avgerð. Jákup Henriksen skeyt nevniliga fýra av teimum fimm málunum, ið Føroyar fingu í kappingini, skrivar fsf.fo

Føroyska liðið tapti fyri AC Horsens og B93, men vann móti Roskilde KFUM, AB Gladsaxe og Hvidovre BK. Endaliga støðan gjørdist sostatt, at Føroyar endaðu á einum javnsettum 4. plássi av teimum 20 liðunum, ið luttóku. Fyri leikararnar var talan um fyrstu landsliðsuppgávuna.

Hópurin
Torkil Árni G. Poulsen, B36
Sebastian Gullfoss, B36
Bogi J. Christiansen, B36
Dánjal Mørkøre, HB
Jákup Egholm, HB
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jacob Bacalso, Víkingur
Jákup Henriksen, 07 Vestur
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Torkil S. Debes Dahl, EB/Streymur
Mattias Dahl Djurhuus, TB/FCS/Royn
Torkil Skála, AB/B71
Elias á Lofti Gren, AB/B71
Aron Benjaminsen, Skála
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Y. Signarsson, Skála
Sjúrður Saltá, B68


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder