Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið við gentum verið í Slovenia, har tær hava spælt tveir venjingardystir.
Fyrri dysturin varð spældur týsdagin, og tá gjørdist úrslitið 2-1 til slovensku genturnar, eftir at Føroyar annars vóru á odda í hálvleikinum.
Malskjútti hjá Føroyum var Eydna Olsen Dalheim.
Seinni venjingardysturin varð so spældur í gjár, og tá vann Slovenia aftur, hesaferð 4-2. Føroyar vóru annars á odda bæði 1-0 og 2-1.
Málini gjørdu Brá Zachariasdóttir og Eydna Olsen Dalheim.
– Tað er einki at ivast í, at vit hava fingið nógv burturúr, og tað er nógv, ið okkara gentur kunnu taka við sær eftir sovorðnar uppgávur. Í avgerandi løtum eru vit kanska ikki nóg neyvar, og tað er millum annað tað, ið vit kunnu læra í hesum dystunum, sigur venjari teirra, Sigtor Petersen, við heimasíðuna hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald