Hondbóltur

U16-kvinnur til Íslands um vikuskiftið

Skulu spæla tveir venjingardystir í Reykjavík.

Føroyar og Ísland spæla nógvar landsdystir á ungdómssíðuni (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyar og Ísland spæla nógvar landsdystir á ungdómssíðuni (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-06-09 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næsta vikuskiftið fer U16-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla tveir landsdystir.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari

Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, sum verða spældir ávikavist leygardagin 13. juni og sunnudagin 14. juni.

Dystirnir verða spældir á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. 

Hesar eru úttiknar til dystirnar:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Fríða Adela Eriksen, H71

Útileikarar:
Poulina á Heygum, Søljan
Sofía Bárðardóttir, H71
Nana Yaa Deku, H71
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil
Andrea Heinadóttir, Søljan
Helena í Skorini, Neistin
Olivia Kristiansen, H71
Anna Lamhauge, H71
Fía Nolsøe, H71
Hanna Thomsen, Neistin
Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjuvenjar er Jovana Stranjanac, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen

Leygardagin 13. juni
Kl. 16.00 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 14. juni
Kl. 14.30 Ísland – Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder