Hondbóltur

U16: Tveir sigrar til Íslands um vikuskiftið

U16-landsliðið við monnum hevur um vikuskiftið spælt tveir dystir móti íslendingum í Høllini á Hálsi – Fyrra dystin vunnu íslendingar 34-21, meðan úrslitið av seinna dystinum gjørdist 25-22.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2022-06-13 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hevur føroyska U16-landsliðið við monnum spælt tveir dystir móti íslendingum, sum hava vitjað í Føroyum.

Fyrri dysturin varð spældur leygardagin, og tann seinni varð spældur sunnudagin. Ísland vann báðar dystirnar, sum vórðu spældir í Høllini á Hálsi.

Leygardagin vunnu íslendingar 34-21, eftir eina hálvleiksstøðu á 17-10. Nakað javnari gjørdist úrslitið sunnudagin, tá Ísland vann 25-22 eftir at liggja á odda við einum máli í hálvvleikinum – 12-11.

Topskjútti hjá føroyingum í báðum dystinum var Rúnar Hammer – í báðum førum við seks málum.

U16-landsliðið skal fyrireika seg til European Open í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder