Fótbóltur

U17 gentur: 18 spælarar úttiknir til EM-undankapping í Lettlandi

Føroyar komu í bólk saman baltisku londunum, Estlandi, Lettlandi og Litava til EM-undankappingina, sum verður í oktober.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2026-09-19 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. til 14. oktober luttekur føroyska U17-landsliðið við gentum í EM-undankapping í Lettlandi, og Fannhard Skoradal, venjari hevur úttikið 18 leikarar til kappingina, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Føroyar komu í bólk saman baltisku londunum, Estlandi, Lettlandi og Litava til EM-undankappingina.

Dystirnir verða spældir í Jelgava og Jürmala, sum liggja í vestara partinum av landinum, tætt við høvuðsstaðin Riga.

Føroyar spæla móti Estlandi 7. oktober, móti Litava 10. oktober, og móti Lettlandi 13. oktober.

Hópurin er:
Sigga Smæra Næs, B36
Elin Elmelund Hansen, HB
Rakul Madsen, HB
Hanna Elisabeth Jacobsen, HB
Petsy Káradóttir Nielsen, HB
Lilja Eiriksdóttir Højsted, HB
Maria Kristina Eyðunsdóttir Joensen, ÍF
Unna Billa Toftum Petersen, ÍF
Heidi Jacobsen, KÍ
Aleksandra Zachariasen, KÍ
Rannvá Ryan, KÍ
Erla Joensen, KÍ
Billa Martinsdóttir Justinussen, Skála
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Eva Atladóttir, Víkingur
Miriam Stauss, Víkingur
Sára Vang Justinussen, Víkingur
Tóra við Gil, Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder