Fótbóltur

U17 dreingirnir eitt sekund frá javnleikinum

Tá vanliga leiktíðin og eykatíðin var farin, skoraðu íslendingar til 2-1.

Mynd: Bjarni Enghamar / FSF

Mynd: Bjarni Enghamar / FSF

2018-08-06 00:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sá leingi út til at dysturin millum Ísland og Føroyar fór at enda við javnleiki 1-1. Men tá vanliga leiktíðin og eykatíðin var farin, skoraðu íslendingar til 2-1.

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum er bara eitt sekund, frá at fáa javnleik móti Íslandi í fyrsta dystinum í Norðurlandsmeistarakappingini, sum er í Føroyum hesum døgum. Føroyar eru á odda 1-0 í hálvleikur, men í yvirtíðini – av tíðini sum dómarin legði afturat – skorar Ísland til 2-1.

- Hetta er ótrúliga keðiligt. Spælararnir gera alt tað vit avtalaðu, og eitt sindur afturat. Eg skal viðurkenna, at vit eru undir trýsti og íslandska liðið er betri, og teir eru nokk eisini komnir eitt sindur longri í menningini.

- Men til seinast kenna vit okkum eitt sindur rændar, tí tíðin er farin, sum dómarin hevur lagt afturat, sigur Áki Johansen, venjari hjá U17-landsliðnum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. 

Ísland er leikliga omaná í fyrra hálvleiki og tvær ferðir raka teir stongina. Fyrru ferð eftir innlegg, og seinnu ferð upp á brotsspark. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fær Føroyar brotsspark, tá Mikkjal Hellisá verður hálaður um koll. Gulak Andrias Jacobsen umsetur tryggur úr ellivu metrum.

Gestirnir javna stutt eftir hálvleikssteðgin, tá føroyska verjan ikki fær ruddað vekk. Kristall Máni Ingason kemur at standa púra leysur og javnar. Ísland trýsir ein part av seinna hálvleiki, men sum tíðin gongur kemur føroyska liðið fyri seg.

Tað sær út til, at vit fara at fáa ein javnleiki, tá tíðin, sum dómarin hevur lagt afturat, er farin. Men í 84. minuttir eydnaðist tað Jón Gísli E. Gíslason at prika bóltin í málið, eftir at Ísland hevur fingið fríspark uttanfyri brotsteigin. Sostatt vinnur Ísland dystin 2-1.

Í hinum dystinum í bólki B vann Noreg 1-0 á Kina. Í bólki A vann Svøríki 2-0 á Norðurírlandi, meðan Danmark og Finnland spældu málleysan javnleik. Endar tað við javnleiki verður ein brotssparkskapping, sum hevur til endamáls at skilja liðini, um tey eru ájavnt innanhýsis. Hana vann Finnland 4-1.

Ísland – Føroyar 2-1 (0-1)
0-1 Gulak Andrias Jacobsen, 40’+1 (br.)
1-1 Kristall Máni Ingason, 43’
2-1 Jón Gísli E. Gíslason, 80’+4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder