Annað

U17 dreingirnir í hálvfinaluni í NEVZA-kappingini

Føroyar í morgun vunnu 3-0 á Danmark.

2024-10-15 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

U17 dreingirnir skulu kl. 17 í dag leika hálvfinalu ímóti Finnlandi í NEVZA-kappingini í flogbólti.

Hetta er greitt, eftir at Føroyar í morgun vunnu 3-0 á Danmark í ógvuliga spennandi dysti.

Føroyar vunnu fyrsta settið 27-25 og annað 29-27, áðrenn okkara dreingir gjørdu bart og vunnu triðja sett 25-18.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder