placeholder
Fótbóltur

U17-dreingirnir: Spentir til NM

Føroysku dreingirnir og venjarin eru sera spentir til NM-kappingina, sum byrjar í dag.

Mynd: FSF(Andrass Thomsen)

Mynd: FSF(Andrass Thomsen)

2018-08-05 13:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

(Frá heimasíðuni hjá FSF)

Í dag byrjar árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við dreingjum. Føroyski venjarin, Áki Johansen, er spentur til kappingina, men ásannar, at talan er um sterka mótstøðu. Føroyar eru í bólki B, saman við Íslandi, Noreg og Kina. Í bólki A eru Svøríki, Norðurírland, Finnland og Danmark.

Áki Johansen var saman við Pól F. Joensen venjari hjá U17-landsliðnum, sum í apríl í 2017 luttók í EM-endaspælinum í Kroatia. Nú er Áki Johansen aftur venjari hjá U17-landsliðnum, eftir at Thomas Thinggaard tók av starvið í Sønderjyske. Liðið hevur eisini fingið nýggjan hjálparvenjara. Talan er um tvøramannin, Allan Smedemark.

U17-venjarin er varin optimist til kappingina, tí hann veit um nakar, at tað ber til at knúgva sterkari mótstøðu, men at tað eisini verður torført.

 - Vit hava prógvað fyrr, at tað ber til at vinna seg víðari til eitt EM-endaspæl. Í mun til tað liðið, so hava hesir spælararnir ikki líka nógvar royndir á bestu liðunum. Tú kundi sagt, at hesir kunnu røkka eins langt í framtíðini, men at teir eru ikki komnir líka langt í menningini, sum teir spælararnir, ið vunnu seg til EM, sigur Áki Johansen.

Hann letur væl at fyrireikingunum og sigur, at spælararnir mennast fyri hvørja ferð teir eru samlaðir. Nú vónar hann, at liðið avrikar til sítt besta til hvønn dyst, tí talan er um sterka mótstøðu í flestu førum.

Føroyar spæla fyrsta dystin seinnapartin. Hann er móti Íslandi. Dysturin byrjar klokkan 17:00 og er á Tórsvølli.

 

Føroyski hópurin:

1. Dánial Danielsen (NSÍ Runavík)

2. Noah Hans Mneyney (ÍF Fuglafjørður)

3. Tórur Franksson Joensen ( HB Tórshavn)

4. Børge Petersen (KÍ Klaksvík)

5. Ári Arge (HB Tórshavn)

6. Jónas J. Warner (B36 Tórshavn)

7. Gilli Róason (HB Tórshavn)

8. Olaf Karstensson Hansen (KÍ Klaksvík)

9. Meinhard F. Janusarson (NSÍ Runavík)

10. Gulak Andrias Jacobsen (SønderjyskE, Denmark)

11. Kristian Krog Hentze (B36 Tórshavn)

12. Ari Petersen (07 Vestur)

13. Mikkjal Hellisá (EB/Streymur)

14. Súni Hansen (NSÍ Runavík)

15. Ingolf Tvørfoss (Víkingur)

16. Jens Erik Lunell Bruhn (TB/FCS/Royn)

17. Jóel Høgnason Jacobsen (NSÍ Runavík)

18. Bergur J. Poulsen (Víkingur)

19. Gutti Dahl-Olsen (EB/Streymur)

20. Áki Johannesen (NSÍ Runavík)


Venjari

Áki Johansen

Hjálparvenjari

Allan Smedemark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder