
- Hóast spaniólar høvdu leikliga yvirvág, so vóru tær italsku neyvari, og vunnu at enda 2-1 á Tórsvølli. Í Klaksvík vann Frankaríki 3-1 ímóti Póllandi. Sostatt halda Italia og Frankaríki fram í kappingini.
Soleiðis tekur FSF stutt samanum teir báðar dystirnar í EM-endaspælinum, sum vóru í gjár - sunnudagin.
Leygardagin vunnu Holland og Noreg sær víðari luttøku í kappingini, og sunnudagin vóru tað so Italia og Frankaríki, ið tryggjaðu sær pláss í hálvfinalunum. Tað hevur samstundis við sær, at verandi evropameistararnir, Spania ikki enda ímillum fýra tey bestu.
Sí eisini: (Myndir): Seinasti EM-dysturin hjá Føroyum
Í hálvfinalunum, sum verða spældar mikudagin 14. mai, hittast londini soleiðis: Holland og Frankaríki spæla á Djúpumýru í Klaksvík klokkan 15, og klokkan 18 møtast Italia og Noreg á Tórsvølli.
Fyrr á degnum, klokkan 12, hittast Eysturríki og Spania í einum play off dyst á Tórsvølli. FSF kunnar um, at vinnarin tryggjar sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Marokko frá 17. oktobur til 8. novembur í ár.
Stigatalvur og leikskrá (UEFA.com)
Hálvfinalur (mikudagin 14. mai)
Kl. 15:00 Holland – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Italia – Noreg (Tórsvøllur)
Finalan (leygardagin 17. mai)
Kl. 18:00 Holland / Frankaríki – Italia / Noreg (Tórsvøllur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald