placeholder
Fótbóltur

U17: Endaði menningarkappingina við tapi í málríkum dysti

Føroyar komu á odda fyri steðgin; í 2. hálvleiki komu fimm mál. Ester Ellingsgaard og Birita Rasmussen skoraðu føroysku málini.

Føroysku genturnar syngja tjóðsangin undna dystinum í Minsk (Mynd: FSF)

Føroysku genturnar syngja tjóðsangin undna dystinum í Minsk (Mynd: FSF)

2019-05-11 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U17-landsliðið hjá gentum leikti fyri løtu síðani sín seinasta dyst í UEFA Menningarkapping í Hvítarusslandi. Eftir 2-0 tap fyri bæði Kasakhstan og Aserdadjan komu Føroyar á máltalvuna í dag men taptu aftur við tveimum málum.

Leiðslumálið kom stutt fyri hálvleik (leikt verður 2x40 min) Ein langur bóltur varð sendur niðan, ið Ester Ellingsgaard jagstraði, og áleyparin fekk løn fyri stríðið, tí tá verjuleikarin royndi at rudda burtur, rakti bólturin Ester og fór í málið. 

Vertirnir vildu enda kappingina væl, og eitt lítið korter inn í 2. hálvleik var 2-1; tað seinna av hesum málunum kom eftir eitt stórt mistak. Føroyar svaraðu tó skjótt aftur. Fridrikka Clementsen vann bóltin høgt, sneiddi ein leikara av og prikaði bóltin til innskiftu Biritu Rasmussen, ið við sínari fyrstu nerting sendi bóltin niður í longra málhornið og javnaði fyri Føroyar. 

Nú átti Hvítarussland tørn at svara aftur beinanvegin, og næsta álopið endaði við, at bólturin varð væl hálvflugtaður í føroyska málið av brotsteigarmarkinum. Føroysku genturnar royndu at fáa javnvág í aftur, men í yvirtíðini staðfesti heimaliðið sigurin eftir hornaspark. 

Føroyska ferðalagið kemur heim í morgin. 

UEFA Menningarkapping. Minsk 11.05
Hvítarussland - Føroyar 4-2 (0-1)
34' Ester Ellingsgaard 0-1
48' 1-1
54' 2-1
56' Birita Pætursdóttir Rasmussen 2-2
57' 2-3 
80' 2-4

Føroyska liðið frá byrjan: 1. Hanna Dahl Hansen - 3. Jórunn G. Justinussen (L), 4. Bergljót Hansen, 5. Nancy Einarsson, 7. Celia Qing Kofod Toxborg, 8. Karin G. Áslaksdóttir, 9. Ester Ellingsgaard, 11. Malena Olsen, 13. Rakul Berg í Soylu, 14. Fridrikka Maria Clementsen, 17. Sára á Líðarenda 

Á bonkinum:
 12. Eyðbjørg Reynslág, 2. Birita Pætursdóttir Rasmussen, 6. Jenny R. Petersen, 10. Sunniva Willemoes, 15. Jasmin Darvishi Mittún, 16. Judith E. Rasmussen, 18. Kristina Nattestad



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder