placeholder
Fótbóltur

U17: Føroyar sigraðu í seinasta dystinum

Judith Eilersdóttir Rasmussen skoraði avgerandi málið móti Aserbadjan í 2. hálvleiki.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-23 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar spældu í dag sín seinasta dyst í EM-undankappingingarbólki 5, sum hesa seinastu lítlu vikuna hevur verið á skránni í Føroyum. Stórtap móti Noregi og greitt tap móti Slovenia vóru úrslitini í teimum báðum fyrstu dystunum á Tòrsvølli, men í dag skuldi tað verða, og tað bragdaði eisini hjá Føroyum.

Myndir: Myndir: Føroyar-Aserbadjan

Tað leikaði javnt á frá byrjan, og tað sást týðiliga at bæði liðini vildu ógvuliga gjarna vinna hendan seinasta dystin - Aserbadjan hevði eisini tapt greitt móti Slovenia og Noreg. Nógvir nærdystir vóru og leikararnir løgdu ógvuliga nógv fyri. Tað var eisini týðiligt, at liðini vóru jøvn, og eingin sat av álvara á dystinum.

[object Object]Ester Ellingsgaard úr HB (Mynd: Sverri Egholm) 

Sera fáir málmøguleikar vóru skaptir í 1. hálvleiki, men eftir stóran hálvan tíma breyt Ester Ellingsgaard breyt ígjøgnum í vinstru síðu. Hon kom til skot, men málverjin bjargaði. Beint áðrenn hálvleik var skjóti áleyparin aftur uppá spæl, men hon varð trýst væl. Ester var ein støðug hóttan fyri verjuna hjá Aserbadjan við sínari ferð og hegni.

[object Object]Ró fullførdi dystin hóast ein ógvusligan samanstoyt í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrri hálvleikur gjørdist sera langur, av tí at málverjin Ró á Lakjuni Samuelsen lá  leingi eftir ein stoyt í høvdið. Eftir viðgerð frá fysioterapeti og lækna kom klakvíksgentan á beinini aftur og við bindi á høvdinum stóð hon væl restina av dystinum.

[object Object]Fridrikka Maria Clementsen av Sandi spældi sera væl á miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru nakað omaná eftir steðgin og tyktist at vera tað meira vandamikla liðið. Um miðjan 2. hálvleik tók eyðsýnda Fridrikka Clementsen, ið stríddist fyrimyndaliga væl á sentrala miðvøllinum saman við Karini Áslaksdóttir, sakina í egnar hendur. Hon sneiddi nakrar leikarar av men skotið rakti yvirleggjaran. Eitt mál lá í luftuni og fimm minuttir eftir hetta legði Fridrikka væl inn úr høgru, og har varð innskifta Judith Eilersdóttir Rasmussen eirindaleys við sínum høgra beinið. Innskifti leikarin úr AB/B71 gjørdist matchvinnari, tí Føroyar hildu fast um leiðsluna seianstu tjúgu minuttirnar. 

 

[object Object]Judith Eilersdóttir Rasmussen fegnast eftir frálíka málið (Mynd: Sverri Egholm)

Tað stóð eitt sindur á seinastu løtuna, tí Aserbadjan trýsti og hevði nøkur hornaspark, men føroysku genturnar stóðu væl ímóti, og júst verjuparturin var sannførandi í dag. Ein væl uppiborin sigur til Føroyar, ið harvið endaði kappingina á heimavølli sera væl frammanfyri mongu áskoðarunum, ið livdu væl við í dag.

[object Object] 
[object Object]

Føroyar endaðu nummar trý. Noreg og Slovenia fara víðari til "Elite Round" í undankappingini - Noreg vann á Ovara Vølli 5-0 og endaði harvið ovast í hesum bólkinum. Á vári í 2021 eru Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum hjá U17-gentum, og tá eru tað leikarar í árgangunum 2004, tær yngru á hesum landsliðnum, og 2005, ið eru tøkir til landsliðið. Undankappingin ið nú er leikt er knýtt til EM 2020.  

U17 Gentur EM undankapping, bólkur 5
Tórsvøllur, 23. oktober
Føroyar – Aserbadjan 1-0 (0-0)
73' Judith Eilersdóttir Rasmussen 1-0

Føroyar (4-4-2): Ró á Lakjuni Simonsen – Jenny Reinert Petersen, Sunniva Willemoes Dal Christiansen, Birita Pætursdótti Rasmussen (L), Mathilde Vestergaard Mørch – Malena Olsen (75’ Ronja Leonsson Mouritsen), Fridrikka Klementsen, Karin Áslakksdóttir, Lív Rúnadóttir (54’ Judith Eilersdóttir Rasmussen) – Ester Ellingsgaard (89’ Nany Einarsson) , Anitha á Dalinum (46’ Bjørk Franksdóttir Joensen)

Venjarar: Øssur Hansen og Rannvá Biskopstø Andreasen

Áskoðaratal: 382

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder