
FSF: Tríggir dystir eru á skránni, tá U17 landsliðnum við gentum seinni í mánaðinum fer til Litava, har Baltic Cup 2025 er á skránni.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Fannhardi Skoradal, hevur Eyðvør úttikið 18 spælarar til kappingina í Litava, sum verður spæld frá 2. til 7. juli.
Ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 30. juni, og verður heima aftur týsdagin 8. juli.
Dystaskráin
2. juli Lettland – Føroyar
4. juli Føroyar – Estland
7. juli Litava – Føroyar
Hópurin
Lilja Debess av Teigum, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Ragnhild Magnusson, FC Hoyvík
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Hentze Knudsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Klára Døgg Edvardsdóttir, Skála
Anna Katrina Poulsen, Skála
Lív Pálsdóttir, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald