
Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, hevur nú úttikið tær 20, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.
Í hópinum eru seks spælarar eru úr HB, fimm úr KÍ, tvær av Skála, meðan B36, ÍF, NSÍ, Víkingur og 07 Vestur, umframt FC Nordsjælland og HB Køge í Danmark hava hvør sítt umboð á U17 landsliðnum hesa ferð, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Í EM-endaspælinum eru Føroyar í bólki A, saman við Noregi, Eysturríki og Hollandi. Londini í bólki B eru Spania, Italia, Pólland og Frankaríki. Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík.
Dystarskráin
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)
Týsdagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)
Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn)
Hálvfinalur
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn)
Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)
Hópurin
Sigrið Hansdóttir, B36
Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald