Fótbóltur

U17-genturnar skulu á venjingarlegu í Danmark miðskeiðis í august

Tað er sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið á heimvølli komandi ár. 18 leikarar úr níggju ymiskum feløgunum eru úttiknir.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2020-07-28 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Komandi ár, frá 2. til 14. mai verður EM-endaspæli fyri U17-landslið við gentum í Føroyum. Fyri føroyska liðið verður talan um eina sera stóra uppgávu, tá genturnar skulu royna seg ímóti fremstu og bestu londum í Evropa.

Seinastu tíðina hevur liðið vant nógv og spælt fleiri venjingardystir móti ymiskum liðum í Føroyum,  og sum liður í fyrireikingunum til endaspælið, fer føroyski hópurin á venjingarlegu í Danmark í døgunum 12. til 20. august. Umframt venjingar, verða tríggir venjingardystir móti donskum liðum eisini á skránni, skrivar fsf.fo.

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og til venjingarleguna í Danmark hevur hann úttikið hesar 18 spælararnar:

Victoria O. í Funningsstovu, B36
Jasmin M. Darvishi, B36
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Rakul í Soylu, AB
Gunnvá Lútzen, HB
Ida Mercy J. Chukwudi, HB
Sára B. Jespersen, HB
Maria V. Johansen, NSÍ
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Sarita Petersen, EB/Streymur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna K. Mikkelsen, Skála
Jórun N. Patawary, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Kristina Nattestad, 07 Vestur

Áðrenn fráferð til venjingarleguna í Danmark, eru fimm venjingar á skránni, sum verða á Tórsvølli, á Toftum, í Miðvági og í Leirvík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder