Mánakvøldið vitjaðu U15-genturnar hjá Vejle Boldklub, sum í hesum døgum eru á venjingarlegu í Føroyum, á Tórsvølli. Á skránni var venjingardystur móti føroyska U17-landsliðnum, sum í løtuni fyrireikar seg til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai mánað komandi ár.
Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Ester Ellingsgaard úr B36 vísti onga náði yvir fyri donsku gestunum, og skoraði ikki færri enn fýra av teimum fimm málunum. Fimta málið var sjálvmál.
Fleiri myndir frá dystinum síggjast her
– Hetta var ein góður venjingardystur, og tað var eisini deiligt fyri okkara gentur, at tær fingu skorað nøkur mál, sigur venjarin hjá U17-gentunum, Pauli Poulsen, við heimasíðuna hjá FSF.
Frá 12. til 20 august vera U17-genturnar á venjingarlegu í Danmark, har millum annað tríggir venjingardystir móti donskum feløgum eru á skránni.
Hesir 18 spælararnar eru úttiknir:
Victoria O. í Funningsstovu, B36
Jasmin M. Darvishi, B36
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Rakul í Soylu, AB
Gunnvá Lútzen, HB
Ida Mercy J. Chukwudi, HB
Sára B. Jespersen, HB
Maria V. Johansen, NSÍ
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Sarita Petersen, EB/Streymur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna K. Mikkelsen, Skála
Jórun N. Patawary, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Kristina Nattestad, 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald