Føroysk ungdómslandslið hava fleiri uppgávur á hvørjum ári, og tað kemur fyri, at FSF hýsir nakrar av kappingunum. Ein slík kapping verður í næsta mánaða
Í døgunum vera Føroyar vertir fyri WU17 minikapping í Gundadali. Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á Facebook-síðu sínari.
Føroysku U17-genturnar eru í leiklutinum sum vertir. Lettlandi, Georgia og Rumenia koma á vitjan í høvuðsstaðnum.
- Vit vóna at nógvir áskoðarar koma at stuðla føroyska liðnum. Meira kunning um kappingina kemur seinni, skrivar FSF.
Sum dømi um undanfarnar kappingar kann nevnast, at bæði í 2018 og í 2019 spældu føroysk U17-landslið heimadystir í Havn. Í 2018 spældu U17-dreingirnir fýra dystir á Tòrsvølli í NM-kapping - fingu javnleik móti Kina - og árið eftir spældu U17-genturnar tríggjar EM-undankappingardystir á sama vølli. Tær vunnu tann eina: 1-0 á Aserbadjan.
FSF hevur áður hýst ymiskum kappingum. Í 2019 spældu føroysku U17-genturnar eisini tríggjar heimadystir, og tær vunnu tann eina. Judith Eilersdóttir Rasmussen skoraði einsamalla málið móti Aserbadjan (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald