Fyrr í mánaðinum spældu føroysku U17-genturnar tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi, har tann seinni - í Vestmanna - endaði við javnleiki. Seint í summar eru tvær uppgávur á skránni.
Talan er um kapping í Aserbadjan í august. Eitt gott úrslit í EHF Championship kann geva atgongd til EM/HM-endaspæl.
Venjararnir Agnar Joensen og Ingi Olsen hava nú úttikið 16 spælarar úr fimm ymiskum feløgum til uppgávuna. Kyndil og H71 eru best umboðaði á kvinnusíðuni - seks úr hvørjum felagi. Hetta sæst á listanum, sum Hondbóltssamband Føroya í dag hevur kunngjørt.
Føroyska liðið til dystin móti Íslandi við Streymin. Ísland vann við einum máli
(Mynd: Andrei Vladut Antal/ Hondbóltssamband Føroya)
(Mynd: Andrei Vladut Antal/ Hondbóltssamband Føroya)
Føroyar eru í bólki við Spania, Luksemborg, Grikkalandi og Ísrael.
Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald