Sum liður í fyrireikingunum til EM endaspælið í Føroyum næsta ár, fer U17 landsliðið við gentum til Danmarkar á venjingarlegu.
U17 landsliðið, sum fyrireikar seg til at vera vertur fyri EM í 2021, hevur vant so nógv sum gjørligt higartil í ár. Fleiri venjingardystir og kappingar eru tó avlýstar, men í komandi viku fara tær á venjingarlegu í Danmark, har tær skulu spæla tveir venjingardystir. Hin fyrri verður fríggjadagin 18. september móti U18 liðnum hjá Vejle Boldklub, og hin seinni verður sunnudagin 20. september móti U17 liðnum hjá Kolding Q.
Pauli Poulsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar leikararnar til venjingarleguna:
Victoria O. í Funningsstovu, B36
Jasmin Mittún Davishi, B36
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Halla E. Joensen, HB/Royn
Gunnvá Lútzen, HB
Ida Mercy Chukwudi, HB
Sára B. Jespersen, HB
Maria V. Johansen, NSÍ
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Sarita Petersen, EB/Streymur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna K. Mikkelsen, Skála
Jórun N. Patawary, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Kristina Nattestad, 07 Vestur
U17 landsliðið hevur tríggjar venjingar hesa vikuna, áðrenn tær fara til Danmarkar, harav ein er ein venjingardystur móti besta kvinnuliðnum hjá KÍ, sum herfyri tryggjaði sær meistaraheitið í Betri Deildini hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald