Lutakastini til U17- og U19 EM-endaspølini hjá kvinnum hava verið í dag. Føroyar vóru í fjórða og niðasta styrkisbólki til báðar kappingarnar og fáa tí ógvuliga truplar uppgávur til báðar kappingarnar í Montenegro
U17-landsliðið kom í bólk C saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis, meðan U19-landsliðið kom í bólk D saman við Týsklandi, Rumenia og Spania.
EM-lutakastini:
EHF EURO – U17 kvinnur
Podgorica, Montenegro, 30. juli -10. august 2025
Bólkur A: Danmark, Svøríki, Spania, Turkaland
Bólkur B: Týskland, Portugal, Norðurmakedonia, Slovakia
Bólkur C: Niðurlond, Ísland, Sveis, Føroyar
Bólkur D: Ungarn, Norway, Serbia, Slovenia
Bólkur E: Frakland, Montenegro, Kekkia, Litava
Bólkur F: Kroatia, Rumenia, Eysturríki, Pólland
EHF EURO – U19 kvinnur
Podgorica, Montenegro 9.-20. juli 2025
Bólkur A: Ungarn, Kekkia, Norðurmakedonia, Pólland
Bólkur B: Danmark, Montenegro, Ísland, Litava
Bólkur C: Serbia, Svøríki, Sveis, Finnland
Bólkur D: Týskland, Rumenia, Spania, Føroyar
Bólkur E: Frakland, Noreg, Portugal, Slovenia
Bólkur F: Kroatia, Niðurlond, Eysturríki, Turkaland
Hondbóltssambandið skrivar tó, at á papírinum er helst talan um eitt hampuligt lutakast hjá U17; tó at Sveis helst var sterkasta liðið í potti 3.
- Sveis vann European Open í 2024, har Føroyar gjørdust nr. 19. Ísland gjørdist nr. 8 og Niðurlond nr. 9. Føroyar taptu tá 18-12 fyri Íslandi og 32-24 fyri Niðurlondum.
Føroyar vóru til U17 EM seinast. Tá vóru tað spælarar, sum nú eru í U19-aldursbólkunum, ið umboðaðu Føroyar.
U19-kvinnurnar komu í bólk D saman við Týsklandi, Rumenia og Spania. Harav er Spania lægst styrkismetta av mótstøðuliðnum, men taptu Føroyar við tjúgu málum fyri Spania fyri tveimum árum síðani.
- Týskland vann bronsu, tá hesin árgangurin spældi U17 EM-endaspæl í 2023, meðan Rumenia gjørdist nummar 11. Spania spældi tá EHF Championship (b-kapping), har Føroyar eisini luttóku. Tá vann Spania 38-18.
Nummar 1 og 2 koma víðari úr hvørjum bólki at spæla um plássini 1-12 í kappingini, meðan nummar 3 og 4 skulu spæla um plássini 13-24.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald