Fótbóltur

U17: Víkingur vann tætta finalu móti KÍ

Fríði Gertsson Jarnskor skoraði einsamalla málið á Tórsvølli, har tað væl sást, at ungu menninir spældu eina finalu.

Stórur Víkinga-fagnaður eftir at steypið er handað. Serliga verjparturin eydnaðist væl hjá Víkingi í dag, og varð Jósef Ólavsson kosin dagsins spælari

Stórur Víkinga-fagnaður eftir at steypið er handað. Serliga verjparturin eydnaðist væl hjá Víkingi í dag, og varð Jósef Ólavsson kosin dagsins spælari

2024-10-05 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist ikki hjá U13, og tað eydnaðist heldur ikki hjá U15. Í teimum báðum finalunum vunnu B36-dreingir á dreingjum úr Eysturkommunu, men í U17-finaluni glapp hjá Víkingi móti mótsstøðu longur norðuri frá.

Sí eisini: Tvey steyp til B36 eftir málríkar dystir móti Víkingi

KÍ hevði bóltin nakað meira og royndi at skapa málmøguleikar, men verjuparturin hjá Víkingi var sterkur, og sum heild var liðið vælskipað. Tað var eisini ein miðverji, stinni Jósef Ólavsson, ið fekk heiðurin sum dagsin spælari.

Vanliga stendur Gert Hansen fyri liðnum, men í dag var tað ein núverandi verjuspælari hjá Víkingi, Atli Gregersen, sum stjórnaði frá síðulinjuni. Liðformaðurin hjá besta liðnum hevur eisini havt nógv við hesar dreingirnar at gera.

Tað var sonur Gert, sum skoraði einsamalla málið í dystinum. Hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Víkinur hevði fingið yvirtakið. Liðformaðurin hjá Víkingi var til reiðar, tá bólturin stakk til hann í KÍ-brotsteignum og smekkaði til.

Fríði Gertsson Jarnskor hevði løtu frammanundan sett bóltin í netið, men tá varð tað kolldømt fyri rangstøðu. 16-ára gamli miðvallarin hevur í ár spælt nógv í 1. deild, har Víkingur er oddalið.

[object Object]

Framtíðin sær góð út í Eysturkommunu, men nakrir KÍ'arar vístu seg eisini væl fram á degnum. Sum heild ein tættur og til tíðir rótutur dystir, sum var merktur av, at hetta var ein finala.

Móti endanum legði KÍ nógv fyri, og tað gav Víkingi tvær ógvuliga góðar støður at økja. Tað var tó ein lætti á mongu og mælsku Víkinga-fjeppararnum, tá Heri Wang Danielsen, sum avrikaði heilt væl við floytuni, lat hana ljóða á síðsta sinni.

Í dag, leygardagin 5. oktober

U17 dreingir: KÍ – Víkingur 0-1 (0-1)
Fríði Gertsson Jarnskor 0-1

[object Object]
Mynd: Víkingur

U13 dreingir: B36 – Víkingur 3-2 (2-1)
Dagsins spælari: Rúnar Næs

Víkingur – B36 5-3 (4-2)
Dagsins spælari: Marcus Klein Danielsen.


Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder