1. juli 2019 gjørdi føroyska U17-landsliðið við dreingjum ein ordans vørr í fyrsta dystinum í European Open í Valhalla Sportshall í Göteborg, har tað endaði við tíggju máls sigri hjá Føroyum á Noreg.
Tað endaði við, at føroyska liðið, við millum annað Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum Paula Jacobsen og Paula Mittún. vann kappingina, og Føroyar høvdu av álvara víst hondbóltsevropa, at ein bjørt framtíð var fyri framman hjá tí lítla landinum.
Tá árgangirnir hittust aftur í Svøríki í august í Scandinavian Open vunnu Føroyar aftur trygt á Noreg, og nú hava árgangirnir niðanfyri tikið við: Bæði hósdagin og í kvøld vunnu okkara ungu menn við trimum málum á Noreg, sum seinastu árini hevur havt eitt av heimsins bestu A-landsliðnum - bæði á manssíðuni og á kvinnusíðuni.
Í sigrinum hóskvøldu var munurin heili sjey mál í steðginum - hesuferð fingu Føroyar størri mótstøðu, og tað vóru tvey mál á muni, tá liðini fóru til hálvleiks. Føroyska liðið var á odda tað mesta av dystinum, men norðmenn hingu allatíðina væl í, og bæði liðini spældu góðan álopshondbólt. Størsti munur sum var, var 22-18 til Føroyar níggju minuttir inn í 2. hálvleik, eftir at liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen var komið betri út eftir steðgin.
Mynd: HSF
Noreg át seg tó væl inn í dystin, og serliga var tað Emil Havsgård, ið gjørdi vart við seg. Nummar tíggju hjá Noreg spælir fyri BSK í bestu norsku deildini og verður mettur at vera eitt stórtalent. Við sínum góðu skotum, gjøgnumbroti fríspælingum, góða spælskili og fysikki, sá hann eisini út til at verða ein møguligur eftirkomari hjá Sander Sagosen, og hann fekk heili tólv mál, umframt nógv upplegg.
Tá fimm minuttir vóru eftir, javnaði Noreg til 27-27, men føroyingar vóru kaldari seinastu løtuna. Óli Mittún gjørdi tvey góð mál, og samanumtikið var tað ein fragd at síggja hoyvíkingin, ið var við U19-landsliðnum til European Championship, skína í føroyska álopsspælinum. Heili 14 mál gjørdist talan um, og Óli fann eisini viðleikararnir ógvuliga og saman við hinum dugnaligu leikarunum í bakketuni fekk hann ferð á spælið og stóri og sterki Ísak Vedelsbøl á strikuni varð funnin væl nakrar ferðir. Aleksandar Lacok hevði nakrar góðar bjargingar til endans, og so endaði tað aftur við føroyskum sigri í einum góðum, ferðmiklum og læruríkum hondbóltsdysti.
Spælið, avrikini og úrslitini siga so mikið, at Føroyar í løtuni tykjast at vera væl fyri, í mun til at spæla eitt EM-endaspæl. Noreg verður eisini við, og hóast norðmenn í kvøld spældu upp ímóti føroyingunum, so hava okkara hesar dagarnar víst størri styrki og hegni
U18-Venjingardystur
06.11, Høllin á Hálsi
Føroyar - Noreg 32-29 (17-15)
Dystargongin:
5 min. 3-2
10 min 6-3
15 min 8-5
20 min 10-7
25 min 14-11
30 min 17-15
35 min 19-16
40 min 22-18
45 min 23-20
50 min 26-24
55 min 27-25
60 min 32-29
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 14
Rókur Ziskason 5
Sofus í Selvindi 4
Ísak Vedelsbøl 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Tóki Fríðriksson 1
Rói Hjaltason Seyer 1
Hópurin:
Málverjar:
Aleksandar Lacok, VÍF
Leivur Joensen, EB
Tórstein Sivertsen, H71
Útileikarar:
Rókur Ziskason, H71
Helgi Poulsen, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Høgni Heinason, H71
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Tóki Fríðriksson, EB
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Rói Thomsen, H71
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Óli Mittún, H71
Búi Poulsen, StÍF
John Skaalum Vilhelm, H71
Rói Haldansen, Neistin
Rói Seyer Hjaltalin, H71
Marcus Bramsen, GOG
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Niklas Gaard, Neistin
Philip Harper Müller, VÍF
Talan er í høvuðsheitinum um 04 og 05-árgangirnar.
Venjarar: Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald