Hondbóltur

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til stóru uppgávuna í Norðurmakedonia.

Lukka Arge hevur her skorað í spennandi dystinum móti Niðurlondum í European Championship í fjør (Mynd: hsf.fo)

Lukka Arge hevur her skorað í spennandi dystinum móti Niðurlondum í European Championship í fjør (Mynd: hsf.fo)

2022-06-14 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U18-kvinnurnar fingu í síðsta mánaða eitt wild-card pláss til HM-endaspælið, ið verður í Skopje, Norðurmakedonia í døgunum 30. juli – 10. august.

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava nú úttikið 16 leikarar til uppgávuna. Hetta skrivar hsf.fo í dag.

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Simona Michelsen Kass, H71

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karin Egholm, H71

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Ajax København

Bakspælarar:
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Sum sæst eru Neistin og H71 ógvuliga væl umboðað - Karina Debes Heinesen, ið nú umboðar dankst felag, er upprunaliga eisini úr H71. 

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk, saman við Danmark, Portugal og Eysturríki. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nr. 4, Portugal nr. 10 og Eysturríki nr. 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder