Talan er um liðini, ið gjørdist ávíkavist nummar 4, nummar 10 og nummar 14 til EM-endaspælið fyri U17-landslið.
Síðst í juli og fyrst í august skulu leikarar úr somu árgangum spæla HM fyri U18-landslið. Kappingin verður í norðurmakedónska høvuðsstaðnum, Skopje, í døgunum 30. juli – 10. august.
Føroyar komu við til endaspælið uppá eitt wild-card. Liðið var nær við at spæla seg víðari síðsta summar, og tað rakk til eitt pláss, millum annað orsakað av russisku innrásini í Ukraina - Russland er útihýst.
Ungu føroysku kvinnurnar skulu fyrst takast við Danmark, Portugal og Eysturríki. Hondbóltsssamband Føroya skrivar, at tey bæði ovastu liðini úr bólkinum koma víðari til millumrunduna, har liðini spæla um plássini 1-16, meðan niðaru tvey liðini spæla millumrundu um plássini 17-32. Til millumrunduna verður føroyski bólkurin, bólkur C, paraður við bólk D.
Bólkarnir:
Bólkur A: Montenegro, Svøríki, Algeria, Ísland
Bólkur B: Iran, Norðurmakedonia, Usbekistan, Senegal
Bólkur C: Danmark, Portugal, Eysturríki, Føroyar
Bólkur D: Kroatia, Kasakstan, Egyptaland, India
Bólkur E: Rumenia, Holland, Guinea, Slovenia
Bólkur F: Týskland, Sveis, Slovakia, Suðurkorea
Bólkur G: Noreg, Kekkia, Brasil, Uruguay
Bólkur H: Ungarn, Frakland, Argentina, Spania
Fyrireikingarnar til HM byrja longu komandi vikuskiftið, skrivar hsf.fo. Tá fer føroyska liðið fer til Íslands, tveir venjingardystir móti Íslandi, sum eisini skal luttaka til HM, verða leiktir. Ísland og Føroyar hittast leygardagin 4. og sunnudagin 5. juni í Kórinn í Kopavági. Báðar dagarnar verður byrjarð klokkan 15.30 - dystirnir verða stroymdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald