Hondbóltur

U18-menn eru nú í topp 10 í Evropa

Í morgin skulu teir spæla móti Íslandi um níggjunda pláss í kappingini.

(Mynd: EHF)

(Mynd: EHF)

2022-08-12 23:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Føroysku U18-menninir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdist 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Sigurin var grundlagdur fyrstu 40 minuttirnar av dystinum við støðuni 20-13, hareftir leiðslan tódnaði niður í trý mál, áðrenn okkara aftur øktu seinastu seinastu seks minuttirnar.

Føroyska liðið byrjaði væl. Tað var serliga verjan saman við Sasha Lacok í málinum, sum stóð stinn fyrstu løtuna og okkara vóru frammanfyri 2-0 eftir 5 minuttir. Okkara mistu fleiri bóltar í álopinum og brendu eisini og loyvdi hetta Montenegro inn í dystin, og støðan var 5-5 eftir 10 minuttir. Liðini fylgdust næstu 10 minuttirnar, men okkara settu ferð á seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki og fóru til hálvleiks frammanfyri 15-10. 

Føroyar fingu tríggjar ferðir tveir minuttir útvísing hesa løtuna, men megnaðu at halda tørn við m.a. framúr bjargingum frá Sasha, sum stóð 50 prosent bjargingum í fyrra hálvleiki. Óli Mittún var aftur eyðsýndur í álopinum. Tá hann ikki sjálvur skjeyt málinum, trekti hann hvørja ferð tveir mans til sín og spældi síðani hinar fríar. Hetta gjørdi m.a. Ísak Vedelsbøl sær dælt av á strikuni, og hann fekk fýra góð mál í fyrra hálvleiki, umframt at hann bardist sum ein úlvur í verjuni.

Fyrstu 10 minuttirnir av seinna hálvleiki, løgdu lunnar undir sigurin. Verjan stóð sera væl hesa løtuna og var stóri munurin á liðunum, at Montenegro skuldi arbeiða hart hvørt einasta álop fyri at koma til góðar málmøguleikar. Í álopinum spældu Føroyar gott og tolið 7 móti 6 spæl, og okkara vunnu seg fram um 20-13 eftir 40 minuttir. Um miðjan hálvleik fekk Føroyar tvær ferðir tveir minuttir útvísing, og var hetta saman við brendum skotum í álopinum við til at loyva Montenegro innaftur í dystin. Fjáltur var eina løtu í føroyska álopinum, tá bæði Óli og Rókur vóru mansvardir og tiknir heilt burturúr spælinum. Hetta loystu venjararnir tó við 7 móti 6 spæli og hetta tvingaði Montenegro aftur at verja. Leiðslan var minkað niður í trý mál og áðrenn okkara strammaðu í og øktu til seks seinastu løtuna.

Talan var um eitt gott liðavrik í dag, men serliga eyðsýndir vóru málverjin Aleksandar “Sasha” Lacok, Óli Mittún í føroyska álopinum, og stríðsmaðurin Ísak Vedelsbøl í verjuni og strikuni. Aleksandar “Sasha” Lacok, sum stóð ein framúr dyst við 40 í bjargingarprosenti, varð valdur til dagsins leikara.

Føroyar hava nú vunnið seg í topp 10 í EM-endaspælinum og okkara skulu spæla móti grannatjóðini Íslandi um 9. pláss í kappingini í morgin kl. 16.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Tað er vert at býta merki við, at bæði liðini, sum Føroyar var saman við í innleiðandi bólkinum, nevnliga Svøríki og Spania, eru komin í finaluna.

Dystargongdin:
5 min 2-0
10 min 5-5
15 min 7-6
20 min 9-7
25 min 11-7
30 min 15-10

35 min 18-12
40 min 20-13
45 min 21-15
50 min 24-20
55 min 26-22
60 min 30-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 12
Niklas Gaard 7
Ísak Vedelsbøl 6
Marcus Bramsen 3
Rói Hjaltason 1
Trúgvi Hávardsson 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder