Hondbóltur

U20 EM: Føroyar í næstovasta styrkisbólki

Hetta er serliga vegna flotta úrslitið hjá árganginum til seinasta EM. Lutakastið um bólkabýtið til endaspælið í Slovenia í juli er á skránni hósdagin.

Føroyar stóðu seg væl til EM-endaspælið í 2022 og til HM í Kroatia í fjør. Átta av teimum 24 liðunum í bólkaspælinum í Slovenia í summar koma víðari (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Føroyar stóðu seg væl til EM-endaspælið í 2022 og til HM í Kroatia í fjør. Átta av teimum 24 liðunum í bólkaspælinum í Slovenia í summar koma víðari (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-02-27 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nummar 10 í Evropa. Har er føroyska U20-landsliðið við monnum styrkismett undan EM-endaspælinum, sum verður í Slovenia í juli (10. - 21.). Hetta merkir, at Føroyar eru í næstovasta styrkisbólki til lutakastið, sum verður hósdagin 29. februar klokkan 14. 

U20 EM-endaspæl: Styrkisbólkar - eitt lið úr hvørjum potti fer í teir 16 bólkarnar

Pottur 1: Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Kroatia og Danmark

Pottur 2: Noreg, Portugal, Slovenia, Føroyar, Ísland, Montenegro

Pottur 3: Serbia, Frakland, Pólland, Italia, Lið * Lið *

Pottur 4: Lið *, Ukraina, Ísrael, Sveis, Rumenia, Grikkaland

* Hesi plássini verður lutur kastaður um millum Eysturríki, Kekkia og Norðurmakedónia, ið hava júst sama styrkistal í løtuni.

Føroyar endaðu á 9. plássi til EM-endaspælið fyri U18 í 2022. Tað er serliga tað, sum skapar góða útgangsstigi hjá okkara 04- og 05-árgangi.

Óli Mittún og hinir koppaðu Fraklandi, Serbia, Montenegro og Íslandi til EM-endaspælið í 2022 og eru styrkismett omanfyri hesi londini.

[object Object]
Til U18-endaspælið í 2022 har Føroyar fingu fleiri flott úrslit (Mynd: EHF)

Tað ber ikki til at trekkja millum annað Noreg, og tað snýr seg helst serliga um at sleppa undan Fraklandi úr potti 3 og sponsku heims- og evropameistarunum í potti 1. 

Til HM-endaspælið í fjør, har liðið endaði á 8. plássið, vunnu Føroyar á bæði Svøríki og Týsklandi, sum eru styrkismett sum ávíkavist nummar tvey og trý í Evropa. Harvið hava hesir ágangirnir fleiri ferðir víst, at teir kunnu koppa stórum hondbóltstjóðum

Hetta verður fyrstu ferð, at 24 lond vera við EM-endaspælið hjá U20. Júst ger tó ikki møguleikan hjá Føroyum at koma víðari nakað størri, tí bert átta lið koma víðari til meginumfarið í Slovenia: Teir seks bólkavinnararnir, umframt teir bestu tvey'ararnir. Lutakastið seinnapartin kann harvið gerast ógvuliga týdningarmikið.

[object Object]

Skíggjamynd: EHF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder