Fótbóltur

U19: EM-undankappingin fer í gongd seinnapartin

Føroyar spæla móti Aserbadjan í Belfast. Bríkslað verður í gongd klokkan 14.

Føroyski hópurin í Belfast (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Føroyski hópurin í Belfast (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2022-04-06 10:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U16-genturnar komu í gongd við UEFA menningarkappingina í í Bosnia-Hersigovina í gjár, har tað endaði við 1-0 ósigri fyri Slovenia.

A-landsliðið við kvinnum er í Ungarn og fyrireikar seg til HM-undankappingardystin, ið verður fríggjadagin, og U19-landsliðið er í Norðurírlandi.

Fótbóltssamband Føroya skrivaði á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið, at genturnar eru komnar væl uppá pláss í Belfast, har teir hava fyrireikað seg til fyrsta dystin í EM undankappingini.

[object Object]

[object Object]
Myndir: FSF

Hesin dysturin verður leiktur í Larne seinnpartin. Býurin liggur einar 37 kilometrar - ein hálvan tíma - frá Belfast. Har spæla U19-liðini hjá Føroyum og Aserbadjan í dag. Fyrsta bríksl verður klokkan 14.00.

Umframt Føroyar og Aserbadjan eru vertirnir og Malta í bólkinum - hesi bæði síðstnevndu spæla eisini í dag.

Hópurin 
Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Eyðbjørg Reynslág, B36
Judith Eilersdóttir Rasmussen, B36
Ronja Leonsson Mouritsen, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Birita Pætursdóttir Rasmussen, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Jovina av Skarði, B36
Gunnrið Poulsen, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Malena Olsen, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Lóa Samuelsen, KÍ
Marjun Hjelm, KÍ
Maria Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Noomi Hansen, NSÍ
Sára á Líðarenda, Víkingur
Jórun í Túni Petersen, Víkingur
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Gunnvá Lutzen, Vildbjerg (Danmark)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder