Fótbóltur

U19: Fingu flottan javnleik ímóti Finnlandi

Føroyar javnaðu seint í dystinum á Frederiksberg og endaði harvið EM-undankappingin væl. Úrslitið gjørdist 1-1.

Gundur Ellingsgaard Petersen, her í nærdysti við fraklendignar í Køge mikudagin, legði upp til útjavnandi málið (Mynd: Sverri Egholm)

Gundur Ellingsgaard Petersen, her í nærdysti við fraklendignar í Køge mikudagin, legði upp til útjavnandi málið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-19 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Finnland hittust seinnapartin á Frederiksberg Idrætspark í seinasta dystinum í bólki 8 í EM-undankappingini fyri U19-landslið hjá monnum

[object Object]Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum á Frederiksberg (Mynd: FSF)


Føroyar høvdu í tveimum teimum fyrstu dystunum tapt móti Fraklandi og Danmark í Køge. Finnar taptu móti Fraklandi leygardagin men vunnu á vertunum í fyrstu royndini.

Finnland legði eitt stórt trýst á fyrstu løtuna, men megnaði ikki at fáa hol á fyrrenn tíggju minuttir fyri hálvleik, tá Terry Ablade, ið var vandamesti leikarin hjá Finnlandi sló til, tá føroyingar ikki fingu ruddað burtur eftir eitt innlegg. Føroyar mistu eisini stýrimannin í verjuni, Børga Petersen, og áleyparan og liðformannin Jonn Johannesen. Klaksvíkingarnir fóru báðir út við skaða stutt fyri steðgin.

[object Object]
Símun Sólheim úr HB var føroyskur liðformaður í 2. hálvleiki og eyðsýndur á miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru rárir gestir á finsku hálvuni í 1. hálvleiki, men eftir 25 minuttir fingu okkara ein tvífaldan møguleika. Vongbakkurin Dánjal Reginsson tók sakina í egnar hendur, men málverjin bjargaði fyrst royndini frá honum væl og síðani frá Símuni Sólheim, ið royndi seg við returbóltinum.

Í 2. hálvleki hevði føroyska liðið bóltin meira enn fyri stegðin, og kom til nakrar rímiligar støður. Tó skuldi liðið hjá Jógvan Martini Olsen meira hugsavna seg um at verja. Tað vóru tó fáir málmøguleikar, og eitt mál lá ikki í luftini.


[object Object](Jóhann Hansson úr B36 hevði fleiri góðar støður á høgra kanti - Mynd: Sverri Egholm)

Tveir minuttir fyri leiklok vann innskifti Aron Jarnskor bóltin stutt inni á finsku hálvuni. Hann spældi hann fram til áleyparan Gundur Ellingsgaard Petersen, ið legði innfyri úr vinstu. Áðrenn Jóhann Hansson Joensen kundi sleppa framat, gjørdi ein finni sjálvmál, og so var stór frøi á føroyingunum á Frederiksberg.

Harvið endaði tað fínt fyri bæði Føroyar og Finnland. Finnar koma víðari til Elite Round sum ein av bestu trý’arunum, og ungu føroysku menninir stríddust sera væl og endaðu landsliðsárið væl. Danmark vann 1-0 á Fraklandi í Køge og vann harvið bólkin.

U19 EM-undankapping, bólkur 8
Frederiksberg Idrætspart, 19. november 
Føroyar - Finnland 1-1 (0-1)
35' Terry Ablade 0-1
88' Sjálvmál 1-1

Føroyar (5-4-1): Bjarti Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson, Alexander Ólavsson Joensen, Børge Petersen (72’ Meinhard Debes Geyti), Noah Mneney, Ári Arge (84' Aron Jarnskor Ellingsgaard) – Jóhann Hansson Joensen, Elias El Moustage, Símun Sólheim – Leivur Fossdal Guttesen (84' Bárður Ólavsson Joensen)  -  Jonn Johannessen (44' Gundur Ellingsgaard Petersen) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder