Fótbóltur

U19: Føroyar vunnu flottan 3-1 sigur á Armenia

Anna Carolina Brændstrup, Anna Katrina Mikkelsen og Astrid Mittfoss skorað málini, tá Føroyar vendu dystinum í 2. hálvleiki. Fýra stig í tveimum dystinum í Turkalandi merkir møguliga uppflyting til deild A.

2024-04-07 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin gjørdist talan um eitt stig móti Turkalandi, og í gjár vunnu føroysku U19 genturnar 3-1 á Armenia í seinna dystinum í b-bólkinum í EM-undankappingini.

- Hetta var ein uppiborin sigur, har serliga mentala styrkin hjá okkara spælarum kom til sjóndar. Tær megnaðu alla tíðina at halda høvdið kalt, og fara ikki í panik, sjálvt um tað gekk striltið at fáa hol á málskjótingina.

Soleiðis sigur Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari, við fsf.fo. Hann kann fegnast um, at Føroyar vendu dystinum. Armenia legði seg á odda longu í 4. minutti, men Føroyar høvdu stóra leikliga yvirvág og skoraðu eisini tríggjar ferðir eftir steðgin.

- Armenska leiðslan órógvaði okkara gentur eitt sindur, og tað gingu eini 20 minuttir, áðrenn føroyska liðið fann stevið aftur. Sum fráleið settu okkara gentur seg meir og meir á dystin, og komu eisini til onkrar góðar málkjansir áðrenn hálvleik. Men tað var ikki fyrr enn eftir hvíldina, at tingini vórðu sett upp á pláss, og Føroyar vunnu ein tryggan og sannførandi sigur, skrivar fsf.fo

Sí liðuppstilling og annað á uefa.com

Anna Carolina Brændstrup, Anna Katrina Mikkelsen og Astrid Mittfoss stóðu fyri málunum, og komu tey í 58. minutti, 77. minutti og 83. minutti. Anna Brændstrup skoraði eisini móti Turkalandi.

– Tað var ótrúliga hugaligt at síggja, at okkara gentur alla tíðina hildu seg til avtalurnar, sjálvt um tað ikki hevði verið løgi, um fjáltur kom á. Tær blivu við at dominera og spæla hinar troyttar, og tá lítil tími var spældur glapp endiliga, sigur Pætur Smith Clementsen.

[object Object]Føroysku málskjúttarnir kundu fegnast eftir síðsta bríksl (Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir/FSF)

Pætur Smith Clementsen hevur nú takkað fyri seg sum venjari hjá U19-landsliðnum við gentum. Nýggi maðurin við róðrið verður Sigtór Petersen – Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Møgulig uppflyting - venjaraskifti verður nú
Eins og U17-genturnar, spæla U19-genturnar í b-bólkinum í EM-undankappingini. Har ber ikki til at vinna sær pláss í EM men uppflyting til A-bólkin, har tað verður kappast um atgongumerki til EM.

Føroyar fingu fýra stig í Turkalandi. Týsdagin spæla Turkaland og Armenia, og um Turkaland ikki vinnur við tveimum málum ella fleiri, so vinna Føroyar bólkin.

Hetta gevur beinleiðis atgongd til A-bólkin, tá EM-undankapping er á skránni aftur seinni í ár. Tað kann eisini vera nóg mikið at enda á 2. plássið.

Í øllum førum var  hetta seinasti dystur hjá Pæturi Smith Clementsen sum høvuðsvenjara fyri U19:

- Eg eri glaður fyri, at eg í nøkur ár havi havt tann framíhjárættat at arbeitt við U19-gentunum. Hetta hevur verið heilt fantastiskt, og tað er eisini stuttligt at enda við tveimum góðum avrikum. Nú verður spennandi at fylgja teimum í frástøðu uttanfyri vøllin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder