Føroyska liðið hevur yvirvunnið vónbroti við ikki at koma í hálvfinaluna í Litava. Hósdagin vunnu Føroyar tepurt á Kosovo, og í dag endaði tað við tíggju málssigri á Georgia
Føroyar komu væl frá byrjan og høvdu ongar trupulleikar við at skora mál ígjøgnum 1. hálvleik. Verjuparturin hekk eisini væl saman ígjøgnum dystin, og Goorgia var sum so ongantíð nær við at hótta føroysku leiðsluna, ið skjótt varð bygd upp.
Í hálvleiknum var munurin sjey mál. Aftur gekk Maria Halsdóttir Weyhe á odda við málskjótingini - hon skoraði átta mál.
Í morgin spæla Føroyar ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Norður Makedónia og Kosovo um 5. plássið.
EHF Championship
20.70, Klaipedia
Føroyar - Georgia 31-21 (18-11)
Føroysku málskjúttarnir:
Maria Halsdóttir Weyhe 8
Hjørdis Viðstein 5
Marita Mortensen 4
Súna Krossteig Hansen 3
Karina Berg Høgnesen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Ingunn Kristina Persson 2
Eva Barba Arge 1
Karina Eysturtún Rubeksen 1
Sólja Bárðardóttir Poulsen 1
Hondbóltur
U19: Føroyar vunnu greitt á Georgia
Føroysku kvinnurnar kunnu við sigri í morgin fáa 5. plássið í EM-kappingini.
Lív S. Poulsen (24) og toppskjúttin hjá Føroyum, Maria H. Weyhe
2019-07-20 13:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald