Fótbóltur

U19-genturnar farnar til Lettland

Landsliðsgenturnar fóru í morgun til Lettland har tveir venjingardystir móti Lettlandi eru á skránni.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-05-08 11:31 Author image
Ari av Rana

U19 fótbóltslandsliðsliðið hjá kvinnum fóru í dag úr Vágunum við kós móti Lettlandi. Tveir venjingardystir eru á skránni komandi dagarnar.

Báðir dystirnir verða spældir móti Lettlandi í Riga. Fyrsti dystur verður spældur í morgin og leygardagin verður seinni dysturin spældur.

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hendan hópin til venjingardystirnar:

Maria Djurhuus, AaB Ålborg (DAN)

Vár Miðberg, AB/B71

Marjun Óladóttir Danielsen, B36

Emma Hansdóttir, B36

Armgarð undir Leitinum, B36

Hanna L. Jacobsen, B36

Eyðgerð R. Mikkelsen, HB

Julia Helena Dal Henriksen, HB

Jensa K. Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur/B68

Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur/B68

Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur/B68

Rebekka J. Olsen, ÍF/Víkingur/B68

Jacoba K. Neshamar, Jerne IF (NOR)

Óluva A. Joensen, KÍ

Birita Ryan, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Silja Augustinussen, EBS/Skála

Lea Lisberg, EBS/Skála

Í oktober skulu U19-genturnar til EM-undankapping í Finnlandi. Har skulu tær spæla ímóti Finnlandi, Litava og Kekkia.

placeholder