Fótbóltur

U19 genturnar í sterkan bólk

Lutakast hevur verið í sambandi við EM undankappingarnar hjá U17- og U19-landsliðunum við gentum, sum verða í heyst – U19-genturnar komu í bólk við Spania, Týskland og Belgia, meðan U17-genturnar endaðu í bólki við Íslandi og Slovenia.

Fyrr í ár luttóku U19 genturnar í EM undankapping í Moldova (Mynd: FSF)

Fyrr í ár luttóku U19 genturnar í EM undankapping í Moldova (Mynd: FSF)

2025-06-12 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Í bólk A2, saman við trimum risum í altjóða fótbólti: Spania, Týsklandi og Belgia.

Soleiðis sá lutakastið út, tá finnast skuldi fram til, hvørjum føroysku U19 genturnar skulu spæla ímóti í EM undankappingini, sum er á skránni í heyst.

Týskland verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld frá 26. november til 2. desember.

Fyri U17 genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6 saman við Íslandi og Slovenia.

Kappingin verður í Catez í Slovenia frá 5. til 8. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder