Hondbóltur

U19: Hesir 16 skulu til HM í Kroatia

Talan er um ein spennandi hóp, ið skal til Kroatia at kappast fyrst í august. Føroyar eru í bólki við Svøríki, Iran og Burundi.

Óli Mittún er størsta navnið í HM-hópinum. Sävehof-stjørnan fer í summar so at siga bert at hugsavna seg um U19-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún er størsta navnið í HM-hópinum. Sävehof-stjørnan fer í summar so at siga bert at hugsavna seg um U19-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-19 15:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin fer U21 landsliðið í gongd við HM-endaspælið - fyrst í august eru tað U19-dreingirnir sum skulu spæla um eitt heimsmeistaraheitið. 

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl, Aleksandar "Sasha" Lacok og hinir stóðu seg væl til EM í fjør, har teir endaðu í topp-tíggju, og hesir eru sjálvandi á listanum, sum Hondbóltssambandið hevur kunngjørt í dag.

Eftir nógvar venjingar hava venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, úttikið hesar 16 leikarar til endaspælið í Kroatia, sum verður fyrst í august.

Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, H71
Rói Seyer Hjaltason, H71
Sofus í Selvindi, StÍF

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Bjerringbro-Silkeborg Håndbold (DK)
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ)
Rókur Ziskason, H71
Høgni Højsted, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Búi Djurhuus Poulsen, BGI (Hondbóltseftirskúli - DK)

Talan er um spennandi hóp. Málverjavenjari er Ári Dam, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

Kappingin verður leikt í Kroatia í tíðarskeiðnum 2. – 13. august, og innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Opatje, skrivar Hondbóltssamband Føroya, og Føroyar eru í bólki H saman við Svøríki, Iran og Burundi.

- Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran gjørdist nummar 2 til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

Júst nú er ein steðgur í venjingunum, men hópurin fer at savnast aftur í juni. Ísak Vedelsbøl og Aleksandar "Sasha" Lacok eru við U21-hópinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder