Fótbóltur

U19-HM byrjar í morgin

Ungu menninir eru komnir væl uppá pláss í Egyptalandi, og leggja teir fyri við lykladysti móti Slovenia í morgin.

Fyrr í summar var føroyska U19-liðið til European Open í Svøríki - hetta var nýtt sum fyrireikingarkapping (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Fyrr í summar var føroyska U19-liðið til European Open í Svøríki - hetta var nýtt sum fyrireikingarkapping (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-08-05 19:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HSF: U19-mennirnir eru komnir væl uppá pláss í Kairo í Egyptalandi og byrjar HM-endaspælið í morgin, mikudagin 6. august.

Dystirnir hjá Føroyum kunnu stroymast á “IHF Competitions” á youtube.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 6. august
Kl.13.00 Slovenia – Føroyar

Fríggjadagin 8. august
Kl. 10.45 Føroyar – Týskland

Leygardagin 9. august
Kl. 10.45 Uruguay – Føroyar

Hesir eru í føroyska hópinum til HM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 6. – 17. august.

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Torkil Debes Dahl, StÍF
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
William Napoleon Djurhuus, H71
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder