Hondbóltur

U19 HM: Føroyar við megnaravriki móti Týsklandi

Endaði við javnleiki í 2. umfari í bólkaspælinum. Rúnar Hammer sendi bóltin í týska netið til 29-28 í seinasta sekundið, men málið varð kolldømt. Harvið flottur føroyskur dystur men tað verður trupult at koma víðari úr bólkaspælinum.

Rúnar Hammer í einum av sínum mongu nærdystunum. Nummar 87 skoraði eitt flott mál, sum hevði verið avgerandi, men dómararnir mettu, at Rúnar hevði gjørt ov nógv fet. Hesa avgerð vóru føroyingar ónøgdir við, men tað endaði við javnleiki í Kairo (Mynd: IHF)

Rúnar Hammer í einum av sínum mongu nærdystunum. Nummar 87 skoraði eitt flott mál, sum hevði verið avgerandi, men dómararnir mettu, at Rúnar hevði gjørt ov nógv fet. Hesa avgerð vóru føroyingar ónøgdir við, men tað endaði við javnleiki í Kairo (Mynd: IHF)

2025-08-08 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U19-dreingirnir reistust í dag av álvara eftir tungu HM-byrjanina móti Slovenia í Kairo.

Talan var um eitt sterkt avrik móti mætu hondbóltstjóðini Týsklandi - nakað ið vakti ans

Týskland endaði á 5. plássi til EM í fjør. Sterku týskararnir vóru eisini omaná fyri steðgin og vóru á veg avstað, men føroyingar treiskaðust. Við góðum verjuspæli, umframt ferð, frekleika og slagkraft í álopinum, komu Føroyar aftur í dystinum.

Tað var 15-13 í steðginum, men aftaná eina løtu í 2. hálvleiki var javnleikur. Herfrá fylgdust landið við yvir 80 milliónum íbúgvum og tað við undir 55.000 fólki so at siga restina av undirhaldandi dystinum.

Tað vóru nógvar góðar føroyskar atgerðir, har serliga Magnus Árason (toppskjútti og dagsins spælari), Pauli Rasmussen (fimm mál) og Rúnar Hammer (fýra mál og nógvar duellir mitt fyri) tóku stóra ábyrgd í álopinum. Millum annað var onkur føroyskur flúgvari.

[object Object]
Nummar fimm skoraði fimm. Pauli Rasmussen er lámur og ágangandi vinstri bakkur, ið Føroyar ikki eiga nógvar av. Strandingurin sæst her í dystinum móti Slovenia

[object Object]
Magnus Árason varð toppskjútti við sjey málum; vongurin úr GOG hevði átta skot (Mynd: IHF/Kolektiff/Anze Malovrh)

Dramatiskur dystarendi 

Tá tveir minuttir vóru eftir, fekk Týskland eina útvísing. Teir í svørtum tyktust merktir, hóast Føroyar gjørdu álopsfeil. Í næsta álopinum stjól Jákup Egholm, ið spældu ógvuliga væl sum fremsti verjuspælari í 2. hálvleiki, bóltin. Hann sendi hin vongin avstað, og Magnus Árason var tryggur: Javnleikur og ein minuttur eftir.

Føroyum vantaði sum heild bjargingar, men Ingi Johannesen traðkaði til, tá hann skuldi. Hann bjargaði fríum strikuskoti, tá lítil hálvur minuttir var eftir, og støðan var 28-28.

Harvið kundu Føroyar avgera dystin móti Týsklandi. Rúnar Hammer hevði eisini bóltin í týska netinum, men dómararnir mettu, at tað var fet. Ilt at siga útfrá upptøkunum um hetta var í lagi, men føroysku spælararnir og venjaratoymið vóru púra óskiljandi.

Ein føroyskur sigur móti týskinum hevði sett liðið í góða støðu, í mun til at koma víðari. Nú er neyðugt við risasigri móti Uruguay í morgin og nógvari hjálp frá Slovenia móti Týsklandi. Dysturin í dag burdi tó givið ungu føroyingum uppaftur størri áræði.

U19 HM-endaspæl bólkaspæl, 2. umfar
Fríggjadagin 8. august 
Føroyar - Týskland 28-28 (13-15)

[object Object]
Skíggjamynd: IHF Competitions

Toppskjútti og dagsins spælari: Magnus Árason (7 mál - 8 skot)

Støðan í bólkinum:
1. Slovenia 4 stig
2. Týskland 3 stig
-------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Uruguay 0 stig

Málúrtøkan verður sum skilst avgerandi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder